Løgmaður skal greina flatskattin

Á tingfundinum í morgin skal løgmaður svara fleiri munnligum fyrispurningum. Ein er frá Akseli V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, sum vil hava løgmann at greiða frá nýggju flatskattaskipanini, sum samgongan ætlar at seta í verk á nýggjárinum.

Í viðmerkingum til fyrispurningin, sigur Aksel V. Johannesen, at talan er um kollveltandi broyting:

– Ætlanin er at innføra ein flatskattaskipan, sum við orðunum hjá floksfelaga løgmans, Arne Winthereig, eggjar til stættarmun og skapar eitt samfelag, har ikki allir borgarar hava somu fortreytir til eitt gott lív.

Sambært upplýsingum frá TAKS kemur flatskatturin at økja um hallið á fíggjarlógini við fleiri 100 mió. krónum. Flatskatturin merkir, at hægri inntøkurnar fáa ein stóran skattalætta, meðan tey, sum hava ein inntøku niðan fyri 250 túsund krónur árliga, fáa lítlan og ongan lætta.

Við ætlaða flatskattinum hjá samgonguni er tí stórur vandi fyri, at landskassin kemur at vanta inntøkur, og at tað strukturella hallið á fíggjarlógini økist samsvarandi.

Tá samgongan ætlar at minka munandi um skattainntøkur landskassans verður neyðugt at fíggja vælferðartænasturnar á annan hátt í framtíðini, eitt nú við brúkaragjøldum. Hetta kemur at raka lægri inntøkurnar serliga meint.

Soleiðis er eyðsæð, at gjáin millum rík og fátøk kemur at økjast munandi. Ikki bara tí tey ríkastu gerast ríkari, men sanniliga eisini, tí tey fátøku gerast fátækari.

Ein skattalætti á fleiri 100 tals milliónir hevur ivaleyst við sær eina økta inflatión í samfelagnum. Hækkandi inflatión merkir, at føroysku húsarhaldini fara at kenna sviðan av hækkandi prísum á gerandisvørum og eisini tað kemur at raka lægri inntøkurnar sera meint, tá hesi lítlan og ongan ágóða fáa av ætlaða flatskattinum hjá samgonguni.

Sum leiðari av samgonguni verður løgmaður biðin um at svara hesum spurningum:

1. Kann løgmaður upplýsa hvussu nógv ætlaða flatskattaskipanin kostar landskassanum í mistari inntøku árliga?

2. Kann løgmaður upplýsa hvat ein inntøka á ávíkavist 150.000, 250.000, 600.000 og 1.200.000 krónur fær í skattalætta um mánaðan, og heldur løgmaður, at hetta er sosialt rættvíst?

3. Hvørjar avleiðingar kann ætlaði flatskatturin fáa á fíggingina av okkara samhaldsføstu vælferðatænastum í framtíðini?

4. Hvørjar avleiðingar kann ætlaði flatskatturin fáa á prísstøði í Føroyum?