Hennara hátign Margretha drotning hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen og frú Jórun Johannesen at luttaka í hátíðarhaldinum í samband við, at tað 14. januar eru 40 ár síðani Margretha tók við sum drotning.
Leygarkvøldið fara løgmaður og frú til hátíðarsýning fyri drotningini í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Sunnudagin 15. januar verður gudstænasta í Christiansborg Slottskirkju. Sunnukvøldið verður veitsluborðhald á Christiansborg Slotti.
Í samband við at tað eru 40 ár síðani Margretha drotning tók við, fara landsstýrið og Løgtingið at lata drotningini gávu.
- Gávan verður almannakunngjørd við eitt seinni høvi, boðar løgmansskrivstovan frá.
Í kvøld hevur forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, boðið løgmanni til hátíðarhald og konsert í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio í samband við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Evropasamveldinum.
Løgmaður fór til Danmarkar í morgun og verður aftur í Føroyum týsdagin 17. januar.