Løgmaður um gongdina í marknatrætuni við bretar: Konstruktivar kontaktir

Marknatrætan var til viðgerðar í Uttanlandsnevndini í vikuni. Løgmaður hevði biðið um fund við nevndina fyri at kunna hana um gongdina í hesum stóra og við tíðini ikki sørt trupla álvarsmáli.

Á fundinum var eisini Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingarnevndini umframt Martin Heinesen, leiðari á Jarðfrøðissavninum og Herólvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini og báðir limir í nevndini, sum hevur samráðst við bretar um markið. Tað er bert góður mánaði síðani, at fundur var í Uttanlandsnevndini um sama mál.

Bæði løgmaður og formaðurin í Uttanlandsnevndini eru sera varnir við at siga nakað frá fundinum. Hergeir Nielsen, formaður í nevndini sigur, at roynt verður at ?sondera økið?. -Tað er gongd í málinum. Al tann tíð vit verða kunnaðir, so hendir okkurt, men ein endalig niðurstøða er so ikki gjørd sigur Hergeir Nielsen. Sjálvur hómar hann møguleikan fyri eini loysn, men henda kann eisini fara í vaskið gongur tað skeiva vegin. Uttanlandsnevndin fer at hava fund mánadagin at taka støðu til málið og síðani kunna landsstýrið um hana.

Sosialurin skilur, at bæði landsstýrið og Uttanlandsnevnd royna at draga eina línu í hesum máli.

Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at nevndin hevur fingið eitt upprit um støðuna. -Her er sum so einki nýtt, men vit halda fram. Vit hava havt konstruktivar kontaktir.

Løgmaður segði annars við útvarpið í gjár, at hann vónaði, at ein loysn á marknatrætuni er nærri nú, enn hon hevur verið. -Tá gongd er í málinum, vóni eg sjálvandi at partarnir nærkast.

Í løtuni umhugsar landsstýrið, hvønn vilja bretar hava til at finna eina loysn. Og um nøkur loysn er í eygsjón, er ringt at svara uppá sigur løgmaður við útvarpið. Eingin fundur er avtalaður millum samráðingarpartarnar. Arbeitt verður við at fáa ein fund í lag millum Anfinn Kalssberg, løgmann, danska forsætisráðharran og bretska forsætisráðharan. Nær tann fundurin verður er ikki avgjørt enn sigur løgmaður við útvarpið.