Løgreglan aftur í Hagen-húsunum

Løgreglan váttar, at tey í dag hava sett upp vakmyndatól á sethúsaognini hjá Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen.

 

Tað var seinasta fríggjadag, at løgreglan fekk tingrættin í Noregi at ganga við til, at húsini hjá norska miljarderinum, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, framhaldandi kunnu vera í varðveitslu hjá løgregluni í fyribils tríggjar mánaðir aftrat - ella fram til hin 13. november í ár.

Á rættarfundinum um málið segði eitt av Kripos-kanningarfólkunum hjá løgregluni, Christer Svane Andersson, at løgreglan bert hevur verið í húsunum hjá miljarderinum við Sloraveien 4 í Lørenskog tvær ferðir síðan í byrjanini av juni.

Men, í morgun - mánamorgunin - var løgreglan so aftur í húsunum. Eitt vitni, sum VG hevur skift orð við, sigur, at løgreglufólkini eftir øllum at døma settu upp vakmyndatól á ognini. Hví løgreglan ger hetta, er ikki greitt, men í summar koyrdi ein ávirkaður bilførari inn á ognina, har hann gjørdi ymiskar skaðar á garð og hús.

Seinni í dag visti tv2.no at siga, at løgreglan nú ynskir at hava eftirlit við sethúsaognini hjá Tom Hagen, og hetta skal gerast við vakmyndatólum. Sjónvarpsrásin veit eisini at siga, at løgreglan hevur sett upp í minsta lagi tvey vakmyndatól.

Á garðsportrinum hevur løgreglan eisini sett upp skelti sum sigur, at vakmyndatól eru á økinum. - Løgreglan kann vátta, at vit í dag hava verið á sethúsaognini, og at vit í hesum sambandi hava sett upp vakmyndatól. Hetta gera vit fyri at kunna hava eftirlit við ognini, sum vit hava lagt hald á, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, við tv2.no.

Sjálvur hevur miljarderurin, Tom Hagen, ikki verið inni aftur í húsum sínum, síðan hann fór út haðani, tá hann fór til arbeiðis um morgunin hin 28. apríl. Tað var júst henda morgunin, at løgreglan steðgaði honum á opnari gøtu í Lørenskog. Tom Hagen varð tá handtikin og skuldsettur fyri dráp.

Hóast tað ikki eydnaðist løgregluni at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, sum biðið varð um, og hann 11 dagar seinni varð leyslatin aftur, er Tom Hagen ongantíð sloppin heim aftur til sín sjálvs. Skuldsetingin um dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni - hongur framvegis yvir manninum, og sethúsaognin er framvegis í varðveitslu hjá løgregluni.

##med2##

Tað var hin 31. oktober í 2018, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv sporleyst, og løgreglan heldur upp á, at hon er dripin í heiminum hjá ríkmanshjúnunum. Soleiðis heldur løgreglan, at tað er í heiminum, at prógvini móti Tom Hagen skulu finnast, og løgreglan heldur seg hava ávís ting, sum benda á, at tað er her, at Anne-Elisabeth Hagen er beind av vegnum.

Men, higartil hevur løgreglan ikki megnað at fingið Tom Hagen varðhaldsfongslaðan og enn minni dømdan, tí rætturin metir ikki, at prógvini móti manninum eru nóg góð. Lagmannsrætturin, sum gjørdi av at loysa miljarderin úr aftur varðhaldinum, heldur ikki, at løgreglan hevur prógvað, at maðurin er sekur.

Tom Hagen noktar seg sekan og sigur seg als ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin, og hann bíðar framvegis eftir at sleppa heimaftur til sín sjálvs.

Verjin hjá honum, Svein Holden, sigur, at tað er rættiliga tyngjandi fyri ein 70 ára gamlan mann, sum uttan at vilja tað sjálvur er vorðin kendur um alt landið. - Tað er ringt hjá manninum ikki at sleppa heim aftur og kunna lata hurðina aftur, hevur verjin sagt við norskar miðlar.

##med3##