Løgreglan ballaði ungan drong

Tað er ikki hvørja ferð, at løgreglan leggur fólk í brummuna at sova, tá tey eru so full, at tey ikki klára seg sjálvi. Í nátt kom løgreglan fram á ein ungan drong, sum var so dýrandi fullur, at hann kláraði seg ikki sjálvur.

Men løgeglufólkini funnu útav, hvar hann búðu, so tey koyrdu hann til húsar og bóru hann líka inn í hansara egnu song.

- Tað vóru foreldrini serstakliga takksom fyri, sigur løgreglan.

So væl endaði ikki hjá tveimum vaksnum monnum, sum løgreglan eisini tók upp í nátt tí at teir vóru so fullir, at teir kláraðu seg ikki.

Teir vórðu báðir lagdir í brummuna at sova rúsin av sær.

Heilt tíðliga í morgun tók løgreglan eisini tveir mans fyri at koyra við kenning.