Løgreglan biður fólk í Norðragøtu um at halda seg innandura.
Húsatekjur eru rivnar og flúgva um bygdina, og innsatsleiðarin í Eysturkommunu heitir á fólk um at halda seg inni, tí vandi er fyri at koma til skaða.
90% av skaðunum í Føroyum eru í løtuni í Eysturkommunu, har illveðrið leikar ómetaliga hart á. Boðini frá løgregluni eru tí ikki til at taka feil av: Haldið tykkum innandura.