Løgreglan stendur á berum

Náttina til leygardagin var ein tilburður, har ein 43 ára gamal maður varð álopin av teimum ungum dreingjum. Maðurin fekk álvarsligt kropsligt mein, men løgreglan stendur á berum og vil hava fólk at gera vart við seg

 

Stutt eftir midnátt fríggjakvøldið varð ein maður álopin av tveimum ungum dreingjum, sum eru í aldrinum 14-16 ár.

Maðurin búði á hotelli í Havn, og hann hevði lagt leiðina niðan í Sparikassan í miðbýnum, har hann skuldi hava reiðan pening úr sjálvtøkuni.

Staddur millum bygningin hjá Føroya Tele og sparikassan koma tveir ungir dreingir ímóti honum. Teir biðja hann geva teimum pening. Hann greiðir frá, at hann hevur ongan reiðan pening í lummunum. Uttan ávaring verður hann sligin niður.


Misti vitið

Síðani verður hann sparkaður og sligin fleiri ferðir í búkin, ryggin og í andlitið, meðan hann liggur. Tann 43 ára gamli maðurin misti vitið beinanvegin. Tá hann raknar viðaftur, fer hann omanaftur á kamarið hjá sær. Dagin eftir fær hann vitjan av einum familjulimi, sum hevur frætt um støðuna, og hann verður síðani fluttur á landssjúkrahúsið.

Maðurin minnist lítið frá hesum kvøldinum, og hann fekk ikki tosað fyrstu tíðina, meðan hann var á sjúkrahúsinum. Tí var tað ein annar, ið boðaði løgregluni frá tilburðinum.

Nú hevur løgreglan tó havt samband við mannin, og hann upplýsir, at talan var um tveir dreingir í aldrinum 14-16 ár, ið framdu álopið.

Løgreglan hevur ikki avhoyrt nakran, ið kann kasta ljós á hetta málið. Tí verður heitt á fólk, ið halda seg hava sæð okkurt illgrunavert millum Føroya Tele og Sparikassan í miðbýnum stutt eftir midnátt, um at venda sær til løgregluna við upplýsingum.