- Alt ov nógv tíð í føroyskum politikki verður brúkt til lokalpolitikk heldur enn at loysa landspolitisk mál, sigur fráfarni landsstýrismaðurin Bárður Nielsen í samrøðu við Sosialin Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at nógv talar fyri, at Føroyar skulu gerast eitt valdømi.
- Alt ov nógv tíð í føroyskum politikki verður brúkt til lokalpolitikk heldur enn at loysa landspolitisk mál. Lokalpolitikkur hoyrir ikki heima í løgtinginum, hann hoyrir heima í kommunustýrunum. Løgtingið spillir sína tíð til lokalpolitikk, og summir løgtingsmenn gera tað meira enn aðrir, sigur Bárður Nielsen við Sosialiní kvøld.
Bárður Nielsen er fyri, at Føroyar verða gjørdar til eitt valdømi, men hann heldur, at eitt gott argument er ímóti hesum.
- Við einum valdømi verður tað truplari hjá fólki at verða vald fyrstu ferð. Fólk skulu á onkran hátt kenna teg, og spurningur er, hvussu nýggir politikarar kunnu vinna fram. Tað er lættari at gera kendur í einum lokalumhvørvi og verða valdur har, men vóru Føroyar eitt valdømi, so vóru treytirnar tær somu fyri øll, sigur hann við Sosialin.