Íløguspælið á nýggjum og sterkum kjøli

Kaupthing Bank arbeiðir hart fyri at fáa væl umtókta Íløguspælið á www.ilogur.fo aftur at rigga - Vit hava funnið eina av bestu skipanin av sínum slag í heiminum og fingið nýggjan veitara. Tað er roynda, bretska felagið BullBearings, sum hevur ment skipanina, ið hevur verið brúkt um allan heim við góðum royndum. Stórfyritøkur sum millum onnur Barclays Bank, Australski virðisbrævamarknaðurin og Yahoo brúka skipanir hjá BullBearings.

Áhugin fyri Íløguspælinum er sera stórur. 1800 hava teknað seg sum brúkarar. Kaupthing Bank og Sosialurin, sum standa aftanfyri spælið, eru sera fegin um at uppliva, at forvitnið millum føroyingar um virðisbrøv og íløgur er so stórur. Stovnarnir gleða seg til at bjóða øllum føroyingum eitt sterkt íløguspæl á altjóða støði, men sum er tillagað føroysk viðurskifti. Tað verður eitt íløguspæl á føroyskum, sum verður eitt serføroyskt alternativ til líknandi spøl á øðrum máli. Stórir vinningar verða til frægastu spælararnar.

Fyrsta dagin verður kunngjørt, nær Íløguspælið á sínum nýggja, sterka kjøli fer av bakkastokki. Kunning verður send út til allar brúkarar og løgd á www.ilogur.fo