Húsalánsgrunnurin boðar nú frá, at rentulækkingar verða framdar tann 1. november. Endamálið hjá Húsalánsgrunninum er at veita bíligastu møguligu sethúsafíggingina, og nú verður rentan á lánum frá grunninum lækkað.
Frá 1. november lækkar rentan á 1. veðrættarlánum niður í 4,50%. Undan hesum var tann rentan 5,25%. Rentan á 2. veðrættarlánum lækkar samstundis úr 7,00% niður í 6,50%.