Roknskapurin hjá Realkreditstovninum varð almannakunngjørdur fyri kortum, og har stendur m.a. at lesa, at stovnurin hevði eitt avlop uppá knappar 30 mió. krónur seinasta roknskaparár.
Hetta er umleið 18 mió. krónur verri enn árið fyri, men frágreiðingin til tað er rættiliga einføld tá til stykkis kemur.
Grunnurin hevur fingið munandi minnið í kassan tá virðisbrøvini eru seld.
Tað, sum í roknskapinum eitur »Realiseraður kurs-vinningur á virðisbrævagoymsluni« er góðar 19 mió. krónur lægri enn sama konto var árið fyri.
Í 1997/98 - roknskaparárið gongur frá 1. apríl til 31. marts - eydnaðist tað at fáa góðar 22 mió. krónur í realiseraðum kursvinningi á virðisbrævagoymsluni, men í 1998/99 var hetta tal niðri á góðum trimum milliónum.
Rentustøði lágt
Sum flest øllum kunnugt, so er rentustøði so lágt, sum tað sjáldan hevur verið.
Rentan hevur sníkt seg niðureftir og slíkt sæst aftur hjá lánistovnunum.
Tá tað samstundis verður meiri goldið inn til stovnin enn hann klárar at lána út aftur, so sigur tað seg sjálvt, at inntøkurnar eru fallandi.
Rentuinntøkurnar hjá Realkreditstovninum eru falnar við hálvari triðju millión, men samstundis eru rentuútreiðslurnar hjá stovninum til virðisbrøvini í umferð eisini minkað, so samantalt eru tær inntøkurnar áleið sum tær vóru árið frammanundan.
Samlaðu rentuinntøkurnar hjá stovninum í fjør vóru tí góðar 24,2 mió. móti 24,6 mió. í fyrraárið.
Útreiðslurnar hjá stovninum eru hinvegin hækkaðar eitt vet.
Knappar 400 túsund eru brúktar til at seta bygningin hjá stovninum í stand fyri, og tað er stórt sæð økingin í útreiðlunum. Tó skal leggjast afturat, at lønarútreiðslurnar eru hækkaðar við næstan 100 túsund krónum.
Úrslitið av vanliga rakstrinum er tí 21,7 mió. krónur móti 22,3 mió. árið fyri.
Afturat tí realiseraða kursvinninginum uppá góðar tríggjar mió. hevur Realkreditstovnurin afturført fimm mió. krónur, sum fyrr eru avsettar móti tapi.
Tað vil siga, at ársúrslitið hjá Realkreditstovninum er uppá 29,7 mió. krónur
Eftirstøðurnar minka
At tað eftir øllum at døma gongur betri í høvuðsvinnu okkara sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Realkreditstovninum.
Tá gjørt var upp seinast í mars mánaði, vóru eftirstøðurnar knappar 3,6 mió. krónur. Hetta er umleið hálvonnur mió. krónur minni enn árið frammanundan.
Samlaða lániupphæddin, sum grunnurin hevur úti er eisini minkandi. Við árslok 98/99 hevði stovnurin knappar 239 mió. í útlánum, og hetta eru góðar 30 mió minni enn við árslok seinast.
Stovnurin hevur bara veitt tvey útlán í fjør. Eitt uppá 600 túsund krónur til ein djúpvatnstrolara og eitt umfíggjað lán uppá 15 mió. krónur til ein rækjutrolara.
Tað vil siga, at tað gongur heldur striltið hjá stovninum at fáa »kundar« til teir pengarnar, sum eru tøkir.
200 mió á veg út
Men tað sær tó út til at ein broyting er á veg á hesum øki.
Í roknskaparárinum, sum júst er farið afturum, hevur stovnurin havt 19 umsóknir til viðgerar og av teimum eru 12 endaliga viðgjørdar og játtaðar.
Í ársfrágreiðingini stendur, at Realkreditstovnurin hevur givið tilsøgn um lán uppá umleið 200 mió. krónur, sum væntast at koma til útgjaldingar í hesum roknskaparárinum og næsta ár.
Nógvan tøkan pening
Sum nevnt aðrastaðni í greinini so hevur tað ikki eydnast stovninum at sleppa av við pengarnar seinastu árini.
Hetta skal ikki skiljast sum at Realkreditstovnurin er ein fíggingarstovnur, sum veitir fígging til alt, men ein veruleiki er tað tó, at ógvuliga fá nýggj fiskifør eru komin til landið seinastu nógvu árini, og tí hevur eftirspurningurin verið hareftir.
Hetta sæst eisini aftur á tí sum liggur í pengakistuni.
Av teimum 539 mió., sum realurin er »góður fyri« eru heilar 281 av teimum bundnar í virðisbrøv ella standa í onkrum peningastovni.
Eginognin hjá Realkreditstovninum er nú uppá góðar 470 mió. krónur.