Leikarar í Klaksvíkar Sjónleikarfelag hava síðani fyrst í september vant miðvíst við nýggja leikinum, sum skal frumsýnast um 10 dagar.
? Tað hevur verið sera strævið hjá leikarunum, tí vit hava vant seks kvøld um vikuna. Men tað er neyðugt at venja nógv fyri at fáa leikin at sita, sigur Jákup Veyhe, sum er leikstjóri fyri nýggjan leikin.
? Vit eru í kapping við annan sjónleik í Føroyum, við bigograf og sjónvarp, og tí skulu vit hava ein góðan leik, um vit skulu geva okkum vónir um at fáa nógv fólk til leikin, sigur hann.
? Men eg skal viðganga, at tað hava verið løtur, har vit hava verið eitt sindur strongd av hørðu venjingini, og onkur er farin heim í ringum lag.
Royna leikin aftur
Leikurin, sum klaksvíkingar nú fara at spæla, kallast Mostir Charley. Hann er áður spældur í Klaksvík undir navninum Charles Tanta og var sera væl dámdur. Tað hava verið júst 44 ár millum sýningarnar av leikinum.
Nú eru tað nýggir sjónleikarar, sum spæla leikin, og ein nýggjur leikstjóri hevur møguleika at krydda við sínum egna pipari og salti.
? Hetta er ein farsa við skjótum replikkin, og tí er tað umráðandi, at leikurin er væl smurdur, og at ferð er á, sigur Jákup Veyhe.
Tað var Brandon Thomas, sum skrivaði leikin fyri meira enn hundrað árum síðani, og leikurin verður mettur sum ein klassikari millum skemtileikir. Andreas Justesen hevur gjørt nýggja týðing av leikinum.
? Avbjóðingin er at fáa ein leik frá 1892 stuttligan í dag. Vit hava roynt at gjørt ein leik, har vit spæla nokk so ógvusliga og kanska gera ov nógv av í ávísum støðum, sigur leikstjórin.
Góður felagsskapur
Jákup Veyhe hevur fingist nógv við sjónleik, men mesta av hesum arbeiðnum hevur verið í høvuðsstaðnum. Hetta er fyrsu ferð, at hann fæst við sjónleik í Klaksvík.
? Klaksvík er eitt sindur bygdalig upp á ein positivan máta. Fólk kenna hvønn annan betri her, og tey vita meira um hvønn annan, sigur Jákup Veyhe.
? Eg haldi eisini, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag er meira eitt felag enn Havnar Sjónleikarfelag. Her í Klaksvík eru nógv fólk uttan um felagið, summi koma við kakum, og tað eru nógv sum detta inn á gólvið, sigur hann.
Venjingarnar hava verið nógvar í tali, síðani leikstjórin kom til Klaksvíkar fyrst í september mánaði.
? Hesin leikurin krevur nógv av leikarunum, men soleiðis má tað vera, um tú skalt hava ein leik at sita upp á einar 10 vikur, sigur hann.
? Her í Klaksvík havi eg lært, at leikararnir hugsa fyrst um arbeiði, síðani seyð, so sjónleik og so familjuna.
Eisini álvari
Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi seinasta vetur Ibsen-leikin Afturgongur, sum var ein álvarsleikur. Tað vóru ikki eins nógv fólk til hendan leikin, sum tað plaga at verða til skemtileikirnar hjá felagnum.
Nú eru klaksvíkingar so farnir aftur at spæla skemtileik, sum teir eisini eru kendir fyri at duga at spæla.
? Góðir skemtileikir draga fólk, og eg haldi, at tað er umráðandi at spæla skemtileikir. Men sjónleikarfeløgini skulu eisini royna at spæla meira álvarsamar leikir, heldur Jákup Veyhe.
Nú fara teir 11 leikararnir í leikinum at fáa seinastu partarnar av leikinum upp á pláss, so alt kann verða klárt 10. november, tá frumsýningin verður í Atlantis.
? Tað hevur verið sera strævið hjá leikarunum, men lønin er látur, sigur Jákup Veyhe.