Landsbankin sigur í frágreiðing síni, at kreditt-fíggjaði búskaparvøksturin nú hasar av Meting landsbankans fyri 2008 vísir ein nominellan vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni á 4,7% . Hetta merkir, at búskaparligi vøksturin í 2008 væntandi hasar av í mun til vøksturin í 2006 og 2007.
Búskaparliga framgongdin seinastu 2-3 árini skyldast einamest vøkstur í innlendskum eftirspurningi. Betri fíggingarmøguleikar á fíggjarmarknaðinum og skattalætti til húsarhaldini hava stimbrað nýtslu og íløgur. Hetta hevur serstakliga ávirkað virksemið í tænastu- og byggivinnuni. Landið og kommunurnar hava økt tænasturnar lutfalsliga nógv, verður millum annað sagt í frágreiðingini.
Hartil hava ávísir trupulleikar hava verið á útboðssíðuni. Rávørutilgongdin í tilfeingisvinnum hevur verið misjøvn, har serstakliga fiskanøgdin hevur togað útflutningsvirðið niður, meðan framleiðsluvøkstur hevur verið í alivinnuni. Trýstið á arbeiðsmarknaðin hevur verið stórt og serliga innan fiskavirking og handverksvinnu hevur verið trupult at optimera framleiðsluna. Í fiskavirkingini tí framleiðslan hevur verið minni enn hon annars kundi verið; og í byggivinnuni hevur hetta eisini í ávísan mun gjørt tað trupult at leggja ætlanir og harvið at optimera tilfeingið og framleiðsluna, verður sagt í frágreiðinini, sum kann least í fullum líki á www.landsbankin.fo.