Línuskipini gera góðar túrar

Í morgun landaði Sandshavið umleið 130.000 pund til Barið í Havn.

Seinastu tíðina hava bæði útróðrarbátar og línuskip havt góðan fiskiskap, og í morgun landaði ísfiskalínuskipið Sandshavið umleið 130.000 pund til Barið í Havn.

 

Eins og fleiri onnur línuskip, hevur Sandshavið henda túrin roynt vestanfyri. Tað vísir seg nevniliga, at línufiskiskapurin serliga hevur eydnast vestanfyri.

 

Henda túrin hevði Sandshavið einar 12 setur, og meginparturin av veiðini var toskur, hýsa, brosma, longa og skøta. Veiðan er seld fyri stívliga 1,1 miljón krónur.

 

Virgar Henze, sum vanliga er stýrimaður hjá Eyðvarði Petersen, hevur verið skipari henda túrin, men næsta túr verður Eyðvarður Petersen aftur á brúnni.

 

Um alt gongur, sum ætlað, fer Sandshavið nýggjan túr aftur sunnukvøldið klokkan 18.

 

Línumenn vita at siga, at ein rættiliga góður línutúrur, sum varð gjørdur herfyri, var túrurin hjá ísfiskalínuskipinum Pison, sum fekk 140.000 pund á sjey setum.