Lærarar herða verkfallið og skipa fyri tiltaki

Samskipanarbólkurin, ið skipar fyri ymiskum í samband við arbeiðssteðgin hjá lærarum, avvísir ikki, at ætlanir eru um at herða tiltøkini komandi dagarnar. Sunnudagin skipar bólkurin fyri friðaligum tiltaki á Vaglinum í Havn

Tað ljóðar, at lærarar hava ætlanir um at herða verkfallstiltøkini komandi dagarnar. Møguliga er talan um at blokera skúlar.

Ein samskipanarbólkur tekur sær av ymsum í samband við arbeiðssteðgin hjá lærarum. Bólkurin avvísir ikki, at talan verður um at herða tiltøkini komandi dagarnar, men ikki er gjørligt at fáa tíðindini váttað.

Tó siga lærarar, ið blaðið hevur prátað við, at teir hava fingið boð um at vera tøkir komandi dagarnar.


Á Vaglinum

Hinvegin er greitt, at eitt friðaligt tiltak verður á Vaglinum í Havn sunnudagin. Á skránni er sangur og røður. Røðarar vera frá Føroya Lærarafelag ein skúlanæmingur heldur røðu og eisini verða aðrir røðarar.

Tiltakið á Vaglinum byrjar klokkan 16.