Almenna kjakið hevur fingið ferð og fjølmiðlarnir hava ongantíð givið fólkaskúlanum so stóran ans sum í dag. Eftir teir fyrstu ørkymlandi PISA skálvtarnar, gerast glottarnir nú fleiri og fleiri og seinasta niðurstøða, eftir seinastu landsroynd var, at næmingarnir klára seg væl.
Greitt mál
Vit síggja í verki, at lærarar liva sítt sanna virði. Lærarar hava seinastu árini fingið greiðari mál at arbeiða eftir og næmingarnir klára seg væl. Eftir mínum tykki er ein góður læruríkur skúladagur fyri næmingarnar nóg góð prógv fyri, at skúlin ger eitt gott arbeiði og er neyðugu virðingina verdur.
Tá hetta er sagt, havi eg hug at sóknast eftir røttu virðingini fyri hesum týdningarmikla kraftsentri, og spyrja, hvør í veruleikanum hevur ábyrgdina av, at vit fáa røttu virðingina fyri skúlanum? Tí virðing fyri skúlaskapi er treyt fyri einum livandi, mennandi og visjónerum skúla.
Hongur ikki saman
Hóast fólkaskúlin í mong ár hevur tørvað eitt livandi kjak um, hvussu føroyska skúlaskipanin skal síggja út og greið faklig mál, sum eru felags fyri alt landið, himpraðist visjónsnevndin ikki at siga, at í 2015 skal føroyski fólkaskúlin verða ein av teimum bestu í heiminum. Hví ikki, havi eg hug at spyrja, hóast fleiri grundleggjandi grundir er fyri, at hetta er høpisleyst.
Hetta hongur heilt einfalt ikki saman. Avvarandi myndugleikar gloyma, at tað má skipast soleiðis fyri, at tað er møguleiki at fremja visjónina. Fyritreytin er, at víst verður virðing fyri fakfólki, sum eiga fáa neyðugu amboðini og greið mál at arbeiða eftir.
Best í 2015
Fólkaskúlin er partur av politisku skipanin, og tí eru politisku signalini og almenna virðingin fyri skúlaskapi so ótrúliga neyðug.
Tað, sum í stóran stíl er ørkymlandi fyri skúlaverkið er, at ætlanir frá byrjan ikki eru nóg væl gjøgnumhugsaðar. Eitt sindur ironiskt kunnu vit væl siga, at vit vita, at vit skulu vera best í 2015, men hvussu vit koma so langt, hesin spurningur hongur í leysum lofti. Sjálvsagt má skúlin kenna eina langtíðar ætlanina fyri, hvussu vit koma víðari.
Landsroyndirnar
Tey seinastu árini hava næmingar í 4. og 6. flokki verið til landsroyndir í føroyskum, støddfrøði og Náttúru og tøkni. Landsroyndirnar eru avgjørt ein gongd leið. Skúlarnir og lærarar kenna málið og næmingarnir fáa nú eisini tíð at venja seg við royndirnar. Úrslitið kann nýtast til at síggja, hvar setast skal inn, og hvat gongur væl. Vónandi fara myndugleikarnir nú ikki at broyta mannagongdina ov nógv, so aftur skal byrjast frá botni. Miðvís støðug menning er tað, fólkaskúlanum tørvar.
Tá hetta er sagt, veit eg, at vit kunnu seta spurnartekin við, hvat ein roynd í veruleikanum gevur næminginum, og hvat lærarin kann brúka útslitið til. Vit hava sum so ongantíð kjakast um, hvørja skúlaskipan vit skulu hava í Føroyum. Tó mugu vit ásanna, at um føroyski fólkaskúlin skal vera mennandi fyri næmingarnar og hava gott fakligt støði í øllum lærugreinum, eiga vit at seta út í kortið, hvat vit krevja av næmingunum, so teir saman við lærarum hava møguleika at fáa eitt gott úrslit.
Treytin er virðing
Skal fólkaskúlin gerast betri, er fyritreytin almenn virðing fyri skúlaskapi og at skúlar og lærarar fáa greið mál, sum teir saman við næmingunum arbeiða miðvíst eftir. Havi hug at halda, at lærarar liva sítt sanna virði, óivað er bara eftir, at hetta verður viðurkent.