Lærari frá eftir drúgva tænastu

Leygardagin skipaði Hovs Kommuna fyri móttøku í skúlanum í samband við, at lærarin í 36 ár, Niels Hovgaard, nú leggur frá sær

Eftir trúgva og drúgva tænastu í 36 ár sum lærari í Hovi, leggur Niels Hovgaard nú frá sær. Í hesum sambandi skipaði Hovs Kommuna fyri móttøku í skúlanum í Hovi leygardagin. Nógv fólk legði leiðina fram við at heilsa upp á Niels, nú hann gevst sum lærari.
Niels Olaus Hovgaard er føddur í Hovi í 1947, sonur Magnus Johan Hovgaard og Annu Malenu, f. Jespersen, bæði úr Hovi.
Niels er giftur Majvør, f. Jespersen, av Tvøroyri og búgva tey á Tvøroyri. Niels tók læraraprógv í 1969 á Føroya Læraraskúla og var lærari í Froðba 1969-71 og síðani 1971 hevur hann verið lærari í Hovi. Nú leggur hann frá sær, eftir 36 ár í starvinum og tí skipaði Hovs Kommuna fyri móttøkuni leygardagin, har Niels fekk tøkk fyri tænastu og varð heiðraður við góðum orðum og gávum.