Útbúgving
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Spariknívurin hjá landsstýrinum fer í hesum døgum gjøgnum ymsu útbúgvingarkonturnar undir Mentamálaráðnum.
Meðan landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum, Helena Dam á Neystabø, í aðrari hondini heldur eini røðu, har hon dementerar, at útbúgving er lykilin til framburð, at grundstøðið undir einum vælvirkandi samfelag er ein góð útbúgvingarskipan og at einasti vegurin úr eini vánaligari búskaparstøðu er gransking og menning at skapa vøkstur úr tí tilfeingi, í breiðastu merking, sum vit hava, førir hon við hinari hondini spariknívin gjøgnum útbúgvingarkonturnar.
Feskastu dømini eru útbúgvingarstuðulin til lesandi uttanfyri Norðurlond – ÚSUN stuðulin – sum skal lækkast frá hægst at vera 120.000 krónur árliga til 80.000 krónur árliga, og at lærlingar framyvir ikki skulu fáa lærlingaløn meðan teir eru í skúla, men í staðin fáa hægra lestrarstuðulin eins og lesandi á miðnámsskúlum kunnu fáa.
ÚSUN
Seinnu árini hevur stórur dentur verið lagdur á at eggja føroyingum at lesa uttanfyri Norðurlond, so at vitanin verður so fjølbroytt sum gjørligt. Millum annað er ÚSUN-stuðulin eitt av amboðunum, sum hava gjørt tað áhugavert hjá ungum at søkja útum Norðurlond at lesa.
Men lesnaðurin uttanfyri Norðurlond er ikki ódýrur. Á summum av teimum skúlunum, sum eru høgt í metum, so sum Harvard, kostar tað væl omanfyri 100.000 krónur árliga at lesa, og er tað serliga hesi, sum hava havt gagn av skipanini.
Serliga ávirkar lógaruppskotið um at minka studningin til skúlagjaldið serliga tey lesandi, sum í framtíðini lesa uttan fyri Evropa. Í Evropa liggur skúlagjaldið til eina masterútbúgving í flestu førum
millum 50.000 og 70.000 krónur.
Við nýggja lógaruppskotinum verður útbúgvingarstuðulin skerdur við 40.000 krónum árliga, úr 120.000 til 80.000 krónur. Í skipanini eru í løtuni 30 fólk, ið verða ávirkað av hesum, tá tað fær gildi við skúlabyrjan næsta summar.
Lærlingar
Eisini lærlingar í Føroyum verða raktir av spariknívinum. Helena Dam á Neystabø hevur lagt eitt uppskot fyri Tingið, sum leggur upp til, at lærlingar ikki longur fáa lærlingaløn, meðan teir eru í skúla, men í staðin fáa lestrarstuðul.
Hetta er eitt uppskot, sum rakar beint í peningapungin hjá lærlingunum. Í løtuni fáa lærlingar lærlingaløn frá arbeiðsgevaranum tá teir eru í skúla, og so endurrindar landið arbeiðsgevaranum 75 prosent av lærlingalønini.
Nýggja uppskotið rakar tó ikki teir lærlingar, sum hava undirskrivað sáttmála, men kemur at raka allar framtíðar lærlingar. Tó er uppskotið eisini, at landið bara endurrindar 60 prosent av lærlingalønini.
Teir, sum fara í læru eftir at uppskotið er samtykt, fáa ístaðin lestrarstuðul, sum er 3.737 krónur um mánaðin, ella gott og væl 178 krónur fyri hvønn skúladag.
Fyri ein lærling á fyrsta ári merkir hetta, at hann missir umleið 120 krónur um dagin at liva fyri, meðan teir fyri hvørt komandi ár missa enn meira, tá teir eru í skúla.
Í dag er lærlingalønin á fyrsta ári 1545 krónur um vikuna, umframt frítíðarløn á 12 prosent, sum svarar til góðar 346 krónur um dagin áðrenn skatt.
Við nýggju skipanini væntar landið at spara 2,5 milliónir í 2010, 2,8 milliónir í 2011 og 3,7 milliónir í 2012, í mun til um verandi skipan skuldi hildið fram.
Lestrarlán
Umframt at spariknívurin verður rendur gjøgnum ymsu konturnar, eru eisini onnur viðurskifti, ið virka lítið eggjandi fyri at fáa fólk at útbúgva seg.
Á hvørjum ári eru fleiri, sum eru undir lesnaði, ið søkja um eitt lestrarlán. Hesi verða vanliga játtaði og útgoldin stutt eftir skúlabyrjan, men í ár er einki lestrarlán veitt.
Orsøkin er, at tað í summar gjørdist greitt, at játtanin til lestrarlán í 2009 fór ikki at halda, og heitti landsstýriskvinnan í Mentamálum tá á Stuðulsstovnin, sum umsitur hesi, um ikki at gjalda meira út fyrr enn játtan varð fingin til vega.
Síðan er ein eykajáttanarumbøn borin í Løgtingið fyri hálvumøðrum mánaði síðani, og síðan er tað viðgjørt í Fíggjarnevndini, har tað, seinast vit frættu, liggur enn.
Sostatt eru fleiri, ið – hóast skjótt er komið út í november mánað – ongar pengar hava fingið, og sostatt kunnu vera sera illa stødd, bæði við leigumálum og øðrum, og kanska í ringasta føri kenna seg noydd at fara úr skúlanum aftur og finna eitthvørt arbeiði, til tess at vinna fyri dagsins breyð.
Umrokeringar neyðugar
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, heldur tó ikki at tað eru mótstríðandi signal at senda út, tá hon ferð eftir ferð nevnir at útbúgving er lykilin, og hon hinumegin setir spariknívin á ymsu konturnar.
- Sum er nú fáa vit ikki rúm á Fíggjarlógini fyri at bara framskriva verandi virksemi og leggja afturat. Tað er neyðugt at gera nakrar umrokeringar, fyri at royna at tryggja, at vit hava eina so góða útbúgvingarskipan her á landi, sum gjørligt, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon metir eisini, at tær sparingar, sum raka tey lesandi uttanfyri Norðurlond og lærlingar, eru minimalar.
- Tað er neyðugt at síggja tað í ljósinum av, at vit fyri eina millión kunnu tryggja, at vit fáa 40 til 50 lesandi inn á miðnámsskúla ístaðin, og vit harvið kunnu steðga fráflytingini av ungum fólki, sum er okkara allar størsta problem, staðfestir landsstýriskvinnan.
Hevur roynt at sligið nevarnar í borðið
Eitt av argumentunum fyri at gera íløgur í eitt nú at bjálva hús komandi árini, er at ein harvið fær tryggjað, at so nógvur peningur sum gjørligt fer út í samfelagið aftur.
Men peningur til lærlingar og lesandi, er tað ikki júst peningur, sum allur fer beinleiðis út í samfelagið aftur, og átti tú so ikki at brúkt hetta sum argument fyri at tað ikki skuldi verið skert hjá júst teimum lesandi og lærlingum?
- Tað kanst tú siga, at tað er. Men vit hava øll (landsstýrisfólkini,blðm.) roynt at sligið nevarnar í borðið, men tað er ein sannroynd, at vit hóast alt standa við einum ovurstóru halli á komandi fíggjarlógum, og at vit verða noydd at spara, vísir Helena Dam á Neystabø á.
Lestrarlánini koma
Til spurningin um lestrarlánini sigur landsstýriskvinnan, at málið enn liggur í fíggjarnevndini, men at hon vónar at tað kemur í rættlag í næstu viku.
- Í næstu viku hevur eykajáttanarlógin ligið í fíggjarnevndini í ein mánað, og tá hevur Løgtingið rætt til at krevja málið at koma fyri aftur, og tað vóni eg at Løgtingið ger. So vónandi kemur hetta í rættlag aftur skjótt, og kunnu lestrarlánini fyri allar mánaðarnar gjaldast út, sigur Helena Dam á Neystabø.