Lærlingarnir ganga ov leingi í skúla

Meistari sigur seg hava ítøkiligt dømi um, at tekniski skúlin gevur ikki nóg holla undirvísing í nýtslu av nýmótans amboðum

Jóannes Hansen


Hóast tíðin, sum lærlingarnir eru í tekniska skúlanum er nógv longd, og hóast almenni skúlaførleikin hjá lærlingunum er nógv betri nú, enn hann var fyri einum ættarliði síðani, so er frálæran ikki vorðin betri.

Hesa staðfestingina segði Kári Johannesen, sum eigur KJ?Hydraulik á Kambsdali og Hydro?Tech á Eiði, seg hava gjørt. Í løtuni hava tey bæði virkini hjá honum nítjan maskinsmíðlærlingar, og Kári Johannesen heldur, at teir kundu fingið meiri burturúr teimum 55 vikunum, sum teir eru í skúla, enn teir fáa nú. Hann helt, at tað hevði verið skilagott at stytt fyrsta skúlaskeiðið úr 20 og niður í 10 vikur, og hann gav hetta ynskið víðari til politikararnar, sum vóru á fundinum, ið vinnan í Eysturoy skipaði fyri, at arbeiða víðari við.

? Fram til sjeyti árini høvdu flestu lærlingarnir sjey ára skúlagongd, og tá teir lærdu, vóru teir tilsaman í umleið tjúgu vikur í tekniska skúlanum. Nú hava allir teir, sum koma í læru, gingið í skúla í níggju ella tíggju ár. Onkrir hava SIT frá tekniska skúlanum, og summir hava studentsprógv. Harafturat kemur, at samlaða tíðin í tekniska skúlanum er 55 vikur.

Út frá hesum veruleikanum helt Kári Johannesen, at lærlingarnir eru ov lítið úti á virkjunum, og at hetta gongur bæði út yvir virkini og lærlingarnar:

? Lærutíðin er fýra ár, men fleiri lærlingar søkja um niðursetta lærutíð ? úr trimum mánaðum og upp í eitt hálvt ár. Teir hava eina ella aðra orsøk fyri tí, sum ger, at umsóknin í flestu førum verður váttað. Um vit rokna stytta lærutíð, summarfrí og annað uppí, so fáa vit tað úrslitið, at vit á virkjunum hava lærlingin í 110 vikur, og skúlin hevur hann í 55 vikur. Tað almenna rindar lønina, meðan teir eru í skúla. Meistarin ger tað í fyrsta umfari, men so fær hann útreiðsluna endurgoldna.


Allir vinna

Kári Johannesen segði seg vita, at lærlingarnir, ið allir eru ungir og raskir, kenna seg bremsaðar í fyrsta skúlaskeiðnum, sum er 20 vikur. Skúlin er teimum ov lítil avbjóðing, og tey kenna tað sum um tey hava ov lítið at takast við.

? Eg havi tosað við tey flestu teirra, og tað er sama søgan. Tey eru vaksin fólk, sum keða seg. Eg fari tí at mæla politikarunum til at arbeiða fyri, at hetta fyrsta skúlaskeiðið í staðin fyri 20 verður tíggju vikur. Um vit hava og løna lærlingunum í hesar vikurnar meiri, so sparir tað almenna samsvarandi í løn til lærlingarnar.


Áhugi fyri samstarvi

Tað verður nógv tosað um oljuvinnuna og um at føroyska vinnan skal vera klár at taka við avbjóðingunum, sum nýggja vinnan fer at bera við sær. Kári Johannesen nevndi eitt ítøkiligt dømi, har hann helt seg hava staðfest, at lærlingarnir verða ikki nóg døgført skúlaðir til nýggju avbjóðingarnar:

? Okkara fyritøka hevur verið á nógvum oljuframsýningum. Í 1998 vóru við í Stavanger. Har royndu vit at fáa samstarv í lag við fyritøkur av sama slagi sum okkara og sum arbeiddu í oljuvinnuni. Vit ætlaðu at býta um fólk við teir, og eg legði upp til, at vit kundu senda nakrar menn til teirra í eitt tíðarskeið, og um arbeiði av sama slagi var hjá okkum, so kundu teir senda fólk henda vegin.

? Felagið, sum vit høvdu verið í sambandi við, var áhugað í samstarvi. Teir høvdu brúk fyri seks fólkum, sum kundu arbeiða við teldustýrdum maskinum, tveimum verkfrøðingum ? teir kundu vera nýútbúnir og harvið óroyndir. Felagið bjóðaði sær til at læra teir upp, og so kundu teir koma í vinnu hjá okkum, tá ið oljuvinnan verður veruleiki her.

Hetta helt Kári Johannesen ljóðaði spennandi. Teir høvdu tó ongar sveinar, sum dugdu at arbeiða við teldustýrdum maskinum, og teir høvdu heldur ongar verkfrøðingar. Teir á Kambsdali høvdu heldur onga teldustýrda maskinu. Men tekniski skúli hevði eina, men eingin lærlingur hevði lært at brúka hana.


Fáa nyttu úr lærutíðini

Um KJ?Hydraulik skuldi hava møguleika fyri at fáa kunnleika til tílíkar maskinur, so vóru teir noyddir at keypa eina, og síðsta summar keyptu teir eina sovorna, sum tveir av monnunum settu seg inn í at brúka.

? Eg haldi, at hetta átti at havt verið ein uppløgd uppgáva hjá tekniska skúlanum at taka sær av. Tí fari eg at skjóta upp, at seks av teimum tólv spardu vikunum, sum eg sipaði til í áðni, kundu verið brúktar til hesa upplæringina. Tað vil við øðrum orðum siga, at í seks vikur kundu lærlingarnir á skúlanum fingið áðurnevndu upplæring, meðan hinar seks í fyrsta skúlaskeiðnum spardu vikurnar kundi tað almenna spart lønarútreiðslurnar til og harvið havt pengar at keypa skúlanum útgerð fyri, helt Kári Johannesen fyri.

Hann visti at siga, at sum er hevur tekniski skúlin bara eina teldustýrda maskinu. Tað eru fimtan lærlingar, sum samstundis skulu undirvísast, og so sigur tað seg sjálvt, at hetta ber ikki so væl til.


Vinnan uppií

Signar á Brúnni, landsstýrismaður í skúlamálum, var á fundinum. Hann segði seg skilja boðskapin hjá virkiseigaranum, men hann segði seg samstundis undrast á, at vinnan ikki hevði ávirkað skúlatíðina meiri, enn hon eftir útsøgnini á hesum fundinum hevði fingið burturúr:

? Vinnan hevur síni umboð í yrkisnevndini og hevði síni umboð í víðkaða læruráðnum. Men um vinnan ynskir, at viðurskiftini skulu broytast, so eru vit klárir at taka spurningin til viðgerðar segði landsstýrismaðurin.

Kári Johannesen ynskti ikki at fara út í nakað orðaskifti á fundinum við landsstýrismannin, men hann gav til kennar, at tað er framvegis ikki væl dámt av teimum, sum á arbeiðsplássunum hava ábyrgd av lærlingunum, at nógv bendir á, at hugtakið meistaralæra kámast alt meiri og meiri:

? Nú stendur ikki í bløðunum longur, hvør lærumeistarin hevur verið, tá lærlingar eru avlærdir. Nú fær lærlingurin ikki sveinabræv, men hann fær í staðin eitt útbúgvingarskjal, og hetta eru ikki allir so fegnir um.