Higartil hevur málið um aðalstjórastarvið í Vinnumálráðnum kostað landskassanum góðar 69.000 krónur.
Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu nógv tað higartil hevur kostað landinum at søkja eftir aðalstjóra til vinnu- og uttanríkisráðið.
Setanarnevndin metti at John Rajani var best skikkaður til starvið, men hann fær tað ikki, tí landsstýrismaðurin á økinum. Poul Michelsen, hevur ikki álit á honum.
Løgmaður sigur, at higartil eru 9.720 krónur brúktar til lýsingar, 50.000 krónur eru brúktar til serfrøðiligar metingar og royndir, og 9.500 krónur eru brúktar upp á fundarhøli til samrøður.
Tilsamans hevur aðalstjóramálið sostatt kostað landskassanum 69.220 krónur higartil.
Harafturat hava limirnir í setanarbólkinum brúkt 20-40 arbeiðstímar upp á setanartilgongdina. Men nú skal starvið lýsast leyst av nýggjum, og øll setanartilgongdin skal ganga umaftur.
Aksel V. Johannesen upplýsir annars, at aðalstjórar fáa 54.339,50 krónur í løn um mánaðin, umframt eina aðalstjóraviðbót upp á 5.094,67 krónur um mánaðin.
Tá aðalstjórar eru tænastumenn, fáa teir ikki vanliga pensjón, men tænastumannapensjón ístaðin.
Tilsamans eru átta aðalstjórar í Landsstýrinum og teir fáa tilsamans 5.885.000 krónur í løn um árið. Harafturat kemur, at ein fyrrverandi aðalstjóri framhaldandi er løntur sum aðalstjóri, hóast hann í dag hevur aðrar uppgávur.