Lýsing um at pissa í buks er ólóglig

Tað er ólógligt at niðurgera kappingarneytar í lýsingum, sigur Brúkaraumboðið

 

– Hetta kann elva til misálit á onnur og tí er lýsingin ólóglig.

 

Tað sigur Brúkaraumboðið, sum nú hevur hevur verið eftir HDYGD í Vágum fyri eina lýsing, tey hava havt um vindeyðu

 

Talan var um lýsing fyri vindeygu, har ein maður stendur við vátum bletti á buksunum, tí hann hevur pissa í buks. Og boðskapurin í lýsingini er, at hetta er tað, ein fær burtur úr at keypa tey bíligastu vindeyguni, heldur enn at keypa frá HDYGD.

 

Brúkaraumboðið heldur, at hetta er brot á marknaðarføringslógina, tí lýsingin kann skapa misálit á onnur virki, sum hava vindeygu til føroyska marknaðin.

 

Við lýsingini kann brúkarin fáa ta fatan, at tað einans er HDYGD, ið veitir vindeygu, ið eru nóg góð til føroyska marknaðin, sigur Brúkaraumboðið í niðurstøðuni.

 

Brúkaraumboðið heldur eisini, at tað er ósømiligt og niðrandi at vísa ein mann, ið hevur pissað í buks, tí hann hevur keypt vindeygu frá øðrum veitara.

 

Brúkaraumboðið sigur, at HDYGD helt ikki, at lýsingin fór um mark, men tók hana kortini aftur. Og tá ið lýsingin er afturtikin, ger Brúkaraumboðið ikki meiri við málið.