2. deild
???????
Átjanda og síðsta umfarið í næstbestu deildini er á skránni seinnapartin í dag. Tað er fyri langari tíð síðani greitt, at FS Vágar hevur vunnið deildina og harvið hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini, eftir at teir bara hetta eina árið hava verið í 2. deild.
Men burtursæð frá fyrsta plássinum og gullkrónunum, so er tað mesta púra opið. Frá B36, sum er triði fremst og til NSÍ, sum undan síðsta umfarinum er næstaftast og harvið á plássinum, sum ber endaspæl um rættin at halda fram í deildini við sær, eru tað fimm stig.
B71, B36 og ÍF stríðast um silvurkrónurnar, og B71 og ÍF stríðast um rættin at spæla um eitt pláss í 1. deild. ÍF eigur torføru uppgávuna í dag. Teir skulu á heimavølli spæla ímóti oddaliðnum FS Vágum, meðan B71 á pappírinum eigur lættari mótstøðulið. Teir skulu á heimavølli spæla ímóti VB. Vágbingar tóktust eftir fyrsta stóra triðingin av kappingini at vera vónleyst aftastir, men síðan hevur gingið so mikið væl, at tað skal vilja illa til, um VB flytur beinleiðis niður.
HB er aftast, og teir skulu spæla í Klaksvík. Um HB framvegis skal eiga lið í næstbestu deildini, so skulu teir vinna trý stig í Klaksvík. Og so mugu teir vóna, at Sumba vinnur øll stigini ímóti NSÍ. Um úrslitini laga seg soleiðis í dag, so verður tað NSÍ, sum flytur niður.
Um HB vinnur í Klaksvík og NSÍ vinnur í Sumba, so verða tað sumbingar, sum flyta beinleiðis niður. Tá fara bæði HB og Sumba at hava 21 stig. Tey standa á jøvnum í innanhýsis uppgerðum. Sumba vann 2-1 í Gundadali, og HB vann 5-1 suðuri á Krossinum. Tað eru bara stigini, sum telja í innanhýsis rokningini. Um tað stendur á jøvnum í innanhýsis rokningini, so verður hugt at málmuninum, og har er HB betri enn Sumba. Undan síðsta umfarinum hevur HB -2 í málmuni, og Sumba hevur -15.
LÍF er fjórði aftast. Teir skulu spæla í Gundadali ímóti B36, sum er á silvurkós. Men sjálvt um leirvíkingar skuldu snáva í dag, so kunnu teir ikki flyta niður. Tað gera innanhýsis dysturin millum Sumba og NSÍ og lutfalsliga góði málmunurin hjá LÍF. Um LÍF og Sumba skuldu enda á sama stigatali, so er LÍF betri. Liðini hava vunnið hvønn sín innanhýsis dyst, men LÍF hevur +2 í málum, meðan Sumba hevur -15.
KÍ og VB hava møguleika at røkka heiðursmerkjum. Klaksvíkingar skulu vinna á HB, og so skulu ÍF og B36 tapa. Um tað lagar seg soleiðis, so vinnur KÍ í hvussu so er bronsu. Hjá VB er treytin, at teir vinna á Sandi, og at ÍF og B36 tapa ímóti ávikavist FS Vágum og LÍF, og at KÍ tapir á heimavølli ímóti HB.