Lítil vøkstur í koronudeyðstølum í morgun

Seinking í fráboðaðum andlátum í Svøríki kann vera orsøkin til lutvíst fá andlát seinasta samdøgrið.

Talið av deyðum tilsamans í Norðurlondum av koronuvirusfarsóttini er í nátt hækkað til 5.112.

Tað er ein hækking upp á átta síðani sunnunáttina. Samdøgrið frammanundan var talið 67.

Tað lutvíst lága talið kann standast av seinking í fráboðan av andlátum um vikuskiftið í Svøríki.

Við einum fólkatali tilsamans upp ’a 27,4 milliónir í Norðurlndum svara hetta til 18,7 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Føroyum og Grønlandi er einki andlát av koronu staðfest.

Her eru samlaðu tølini av deyðum fram til á midnátt. Tølin í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tað kann vera munur á, hvussu londini gera tølini upp, tí skulu samanbering gerast við fyrivarni.

* Svøríki: 3998 deyð (39,1). 6 deyð í 24 tímar.

* Danmark: 562 deyð (9,7). 1 deyður í 24 tímar.

* Finnland: 307 deyð (5,5). 1 deyður í 24 tímar.

* Noreg: 235 deyð (4,4). 0 deyð í 24 tímar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). 0 deyð í 24 tímar.

Kilder: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland, Landslæknaembætið í Føroyum.

/ritzau/