Lítlibátur og Stóribátur

So hendi tað aftur

So hendi tað aftur, at ein almennur leiðari fekk boð um at fara til hús. Ikki tí, almennir leiðarar eru ikki heilagar kýr, og sjálvandi skulu teir fara, um teir misrøkja starvið hjá sær. Soleiðis eiga treytirnar at vera, og tað er einki annað enn rætt og rímiligt ? um vit annars øll eru í sama báti. Tað er bara okkurt, sum sigur mær, at vit eru ikki øll í sama báti. Tað er okkurt, sum sigur mær, at tað eru ikki minni enn tveir bátar. Vit kunnu bara kalla teir Lítlabát og Stórabát.

Í Stórabáti eru tey flestu, tí hann er sjálvandi so stórur, og í Lítlabáti eru so nøkur fá, tí hann er sjálvandi so lítil. Nú kundu vit hildið, at tað var nógv best at vera í Stórabáti, men so er ikki altíð. Summi vilja øgiliga fegin sleppa í Lítlabát, tí har eru tey, ið ráða, hvar vit skulu sigla. Lítli er so lítil og fittur, at hann kann fara allastaðni, har sum Stóribátur ikki sleppur, og tað er gott, tí tey á Stórabáti skulu ikki sleppa allastaðni. Tey skulu ikki vita alt, sum hini gera, og tað eru heldur ikki øll, sum vita, hvat tey á Stórabáti kunnu finna uppá.

Nú er eina ferð so vorðið, at skilið á Stórabáti er ikki altíð so gott. Tey skeldast ofta og eru hervilig at royta hvønn annan, og summi drekka eisini og eru óskikkilig upp á mangar mátar. Yvirhøvur eru tey nokkso fordummað. Hetta hava tey í hvussu er fingið fortalt fleiri ferðir. Nei, álvaratos, har er satt at siga eitt verri fantilsi á Stórabáti viðhvørt. Men tað ger einki, tí hann tolir tað saktans, tí hann er bæði stórur og sterkur og ber seg væl. Hann koppar ikki av ongum soleiðis, nei.

Við Lítlabáti er verri, tí har er ikki heilt vandaleyst at vera. Hann er so rankur í sjónum og tolir so lítið, so har mugu tey sita stillari og ikki gartera ov nógv. Men hvat, tey eru ikki fullkomin heldur, og tann stóra ábyrgd, sum nívir niður á tey, kann fáa tey upp at galdra, og tá er ikki gamansleikur at vera á Lítla. Hann kann syftast ymsar vegir, stokkarnir undir viðhvørt, og tað er ein brakan í borðum og bondum. Og so hendir tað onkuntíð, at formaðurin ella onkur annar álvarsmaður er knappur og ripar ein ómøguligan heys fyri borð. Tí annars søkkur Lítlibátur. Og tað hendir seg eisini, at tað er tað skeiva fólkið, sum rýkur av rongini, men tað fær hvørki sessin aftur ella nakra umbering fyri tað, tí soleiðis er á Lítlabáti. Formaðurin ræður, og hann vil bara hava Lítla at flóta. So má hitt vera skitt.

Tí moral og denn slags leggja tey nevniliga ikki so nógv í á Lítla. Har krevst ikki, at øll partú skulu hava bæði rygg og bollar. Tað gongur eisini væl við spagetti og pinokkiokúlum. Og tað eru tað eisini summi, sum hava. Og hjá summum teimum, sum náttúran einki gav, hevði nokk verið heldur pírið undir kortini.

Onkur heldur fyri, at hetta ivaslagið skuldi betri sitið og gálvað millum dólgarnar í Stórabáti, men eftirsum tað nú eina ferð er sloppið við Lítla, ja, so má tað royna at fretlast sum frægast. Bara hann flýtur.

Soleiðis damla bátarnir báðir so fittir fram við landi og fáa ikki verið hvønn annan fyriuttan. Stóribátur er jú álitið, um hann skuldi øtlað, og Lítlibátur er leiðvísarin. At leggja út á hav er ikki at bjóða til, hóast teir vildu, tí hvørgin lítur á annan.

Á Stóra mugu tey so bara royna at fáa fatur á neyðardýrunum, sum hitt tveitir fyri borð. Og so løgið er tað, at tey vóru fornuftig, tá tey vórðu hird í havið, og dólgar, tá tey vórðu uppafturtikin.

Soleiðis er so mangt.