Lív aftur í Garðarnar í Vági

Gamla pakkhúsið á Gørðinum í Vági skal nú gerast ístand so at tað kann brúkast til alskyns mentanarlig endamál. Eitt nú skal sjósavn gerast í húsinum

Nú kemur tað gamla pakkhúsið á Gørðinum aftur til heiður og æru, tí eftir at tað hevur staðið at rapa í fleiri ár, verður tað nú umvælt so at tað kann brúkast til alskyns mentanarlig endamál.

Í løtuni eru tað seks feløg í Vági, sum húsast í tí rúmliga pakkhúsinum, sum tey hava keypt fyri einar 170.000, eftir tí, vit hava fingið upplýst.

Tey seks feløgini eru Grindabátafelagið, Kappróðrarfelagið, Felagið Garðabrúgv, Johanna, Fornminnissavnið og Nýggjársnevndin.

Tey feløgini ætla nú at gera húsini ístand og Vágs Býráð hevur samtykt at stuðla ætlanini við 72.000 krónum í ár.

Ætlanin er at gera húsini ístand, so at øll feløgini kunnu húsast har undir góðum umstøðum, umframt at ein salur skal gerast til ymisk tiltøk.

Men somuleiðis er ætlanin at gera eitt sjósavn í húsinum.

Arbeitt verður nú víðari við hesum og ætlanin er so at savna ymsar lutir saman, sum hava áhuga hjá einum slíkum savni.

Húsið er stórt, tað er í fýra hæddum og hvør hæddin er 140 fermetrar. Tá ið býráðið játtaði at stuðla arbeiðnum, kom fram, at býráðið metti ein rættiligan mentanarligan fong verða í at fáa lív aftur í hetta húsið, har tað fyrr var so nógv virksemi.

Fleiri býráðslimir hildu, at verður húsið gjørt ístand, kann tað skapast eitt ógvuliga livandi og følbroytt umhvørvi við ymsum tiltøkum, sum hava tilknýti til sjógvin, á hesum plássi, sum fyrr hevði so stóran týdning fyri Vág.


Allir vágbingar reint vatn

Vágs Býráð hevur eisini samtykt at gera eitt vatnreinsiverk afturat í Vági.

Tað reinsiverkið skal gerast við tann stóra brunnin vesturi við Gjógvará og tað skal eisini verða liðugt í ár, varð upplýst á býráðsfundi í farnu viku

Frammaundan er eitt reinsiverk við ein brunn longur úti í bygdini.

Bæði reinsiverkini reinsa 20 tons um tíman.

Tá ið hetta reinsiverkið er gjørt, fer tað at bera til at útvega øllm vágbingum reint vatn. Men fleiri privat vatnfeløg eru í Vági, og tað veldst um tey, um tey hava áhuga fyri at binda rørleiðingarnar frá reinsiverkinum


Keypti stykkið fyri 200.000 kr.

Vágs Býráð hevur samtykt at keypa stykkið ímillum handilin hjá Solveig Johanesen og Skóbúðina hjá Solveig.

Rudie Magnussen eigur tað 1.171 fermetra stóra stykkið, men hon er sinnað at selja kommununi tað fyri 200.000 krónur og tað tók Býráðið av.

Kommunan hevur ikki nakað ávíst endamál við stykkinum.

Men á býráðsfundinum varð víst á, at stykkið liggur sera væl fyri.

Ætlanin er nú at býta tað sundur so at ovara helvtin verður lagt til vegin og niðara helvtin verður lagt til Vágs Havn.


Nógvir møguleikar í Vági

Í Vági eru nógvir møguleikar til fólk, sum arbeiða í oljuvinnuni, ella aðrastaðni.

Hetta svarið hevur Suðuroyar Oljuvinnuráð fingið frá Vágs Býráð.

Oljivinnuráðið hevði spurt býráðið, hvørjir møguleikar Vágs kommuna hevur at bjóða eini møguligari, komandi oljuvinnu, eitt nú skrivstovuhøli, bústaðarmøguleikar frítíðarmøguleikar o. s.fr.

Býráðið hevur samtykt at svara Oljuvinnuráðnum aftur, at tað eru nógvir møguleikar í kommununi.

Býráðið metir, at tað eru eini 15 hús í Vági, sum kunnu fáast til leigu ella til keyps, sjálvandi treytað av, at prísurin er tann rætti.

Somuleiðis eru nógv, stór hús í bygdini, sum er væl hóskandi til skrivstovur.

Og frítíðarmøguleikar tróta heldur ikki í Vági bæði til innandura og uttandura virksemi

Vit hava bæði svimjihylur og fótbóltsvøllur ítróttarhøll og fimleikarhøll, har møguleiki er fyri alskyns ítrótti, og har er eisini billiardhús, hevur Vágs Býráð samtykt at svara Suðuoryar Oljuvinnuráði.