Lívsins morgun er til allar tíðir

Bókmentir. ?Moder Syvstjerne? er stytsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, men kanska hon, sum viðger teir størstu spurningarnar.

Søgugongdin í ?Moder Syvstjerne? frá 1952 er skjótt søgd. Tann lítillátni keypmaðurin Jacob Sif verður púra óvæntað giftur við vakrastu gentuni í Havnini, Violu Jonsson, tey fáa eina dóttur, og í trý ár vistast eydnan hjá tí lítla húskinum. So fer Viola niður, at vitja systrina sigst, men hon kemur ongantíð aftur. Hon er vorðin góð við ein lækna, sum er serkønur í hjørtum, so har formár ein lítil handilsmaður sær einki.

Jacob Sif, dóttirin Antonia og tann ófrættakenda húshaldskonan, Trina við eygunum, búgva nú saman. Barnaárini hjá Antonio verða lopin um, afturfyri verður sagt frá trúlovilsinum við tí sjálvglaða læraranum Napoleon Poulsen, ið hevur ætlanir um at hevja Antoniu upp á sítt egna pedantiska mentanarstøði. Kenslum og holdsins trá vísir hann um somu tíð frá sær, so Antonia ger tað liðugt og fer í staðin í holtur við ribbaldin Gravara-Petur. Trina við eygunum, ið ikki heldur nakað í hesum heimi vera av tí góða, sær til, at hann fer av landinum, Antonia fær ein son, Jákup, og hon doyr stutt eftir av sponsku sjúku. Trina skal nú at kalla einsamøll uppala tann lítla Jákup, og hon roynir eftir førimuni at pota syndakenslu og trega niður í hann, men tað lukkast ikki. Drongurin lurtar meiri eftir sagnum og søgum, sum gamli vinmaðurin hjá mammuni, sjómaðurin Ekkehart, sigur frá. Tá ið bókin endar, eru allar vónir knýttar at Jákupi, eins og tær vóru tað at Orfeusi í ?De fortabte Spillemænd?.

Líkasum ?Den sorte Gryde? og ?De fortabte Spillemænd? er ?Moder Syvstjerne? býtt í fýra partar, men søgan er ikki søgd í fullkomnari tíðarrøð. Smáar afturlítandi frásagnir koma uppímillum: søgan hjá Jacob Sif, dreingirnir báðir hjá Antonio og so tann ikki fullgjørda kærleikssøgan hjá Trinu við eygunum.

Á einum av teimum fyrstu síðunum verður skaldsøgan tíðarfest. Tað verður drukkið kaffi, sum ?Jacob Sif har haft i gemme siden ulykkesåret 1914?. Eitt sindur seinni gerst tað greitt, at tað nýggja mansbarnið kemur í heim aftan á tað stóra kríggið og mitt undir sponsku sjúku. Í tíð er ?Moder Syvstjerne? sostatt framhald av ?De fortabte Spillemænd?, og ein fjøld av persónum úr hesari koma fyri: Jacob Sif, Gravara-Petur, Rita, frú Ida Nillegaard, Ankersen, Matte-Gok

og fleiri.


Tað var ein ábyrgd

Um ?Moder Syvstjerne? segði William Heinesen í samrøðu: ?Tað er ein skaldsøga, sum eg altíð havi havt trongd at skriva, líkasum ein skylda. Tað er á ein hátt míni egnu barnaár ella í hvussu er ein partur av teimum, rangan kanska. Dreymarnir og heilaspunin eru míni egnu. Moder Syvstjerne sjálv hevur drøg frá mammu míni og konu míni. Og keypmaðurin Jacob Sif er avmyndaður eftir einum krambakalli millum míni skyldfólk, ikki pápa mínum, hann var heilt øðrvísi. Trinu við eygunum veit eg ikki reiðiliga, hvaðani eg havi. Ivaleyst frá einum ella øðrum kristiligum-zelotiskum húsvini. Mamma mín var trúgvandi, men henni dámdi ikki harðliga moralisering. Hon hevði stikni til alla sekterismu.?

William Heinesen sigur, at tað lívsjáttandi stavar frá mammuni, meðan tað lívsnoktandi ikki stavar frá pápanum, sum onkur vil vera við:

?Nei, hann var avgjørt ikki lívsnoktandi, men hann hevði ongan áhuga fyri tí estetiska skapandi partinum av tilveruni. Tað er ivalyst ofta so, at handilsfólk ikki hava áhuga fyri andslívinum. Pápi hevði ein ávísan trúnaðarligan áhuga. Viðhvørt avdúkaði hann líkasum eitt djypri lyndi, men annars var hann líksælur mótvegis mentanarlívinum?.

Um skrivingina av ?Moder Syvstjerne? staðfestir høvundurin: ?Hon er skrivað upp á fáar mánaðir í einum stórum eydnusomum íblástri?.


Føðing og týning

Inngangurin í ?Moder Syvstjerne? er ein hugfangandi og næstan óverulig lýsing av komuni hjá tí nýggja undrinum, men hervald og krígsørskapur liggja sum so mangan í skaldskapinum upp á lúr:

?Men måske skal du tælles blandt dem, der midt i deres ungdoms bedste blomstring skal ofres på en valplads for simpel profithungers skyld, under en gammel mordergeneral med fædrelandssyge øjne i sin lædermaske! Eller måske bliver du selv en hader og forløjet prædiker eller en led og svigefuld smigrer og logrer!?

Tríggjar sibyllir hjálpa til undir føðingini, og lesarin hugsar um nornirnar, ið spinna lívstráðin. Konurnar drekka barsilskaffi, og prátið er óført: ?For det er jo verdens overdådige have af synd og skam, de tre halvgamle kvinder er på vandring i?. Einki er so gott sum at argast um ólevnað hjá øðrum! Tað er ein kensla, sum hevur góð kor í tí lítla býnum, sum hetta dømi ber boð um: ?- Uha, uha! siger fru Nillegård med en stemme, der er fuld af et sundttænkende menneskes retfærdige afsky?.

Tað gerst frá fyrstu byrjan greitt, at tíðarfatanin hjá barninum og hjá verðini ikki er tann sama:

?Tiden ligger omkring dig i uhyre svøb, du skal leve i æoner før dit væsen omsider udkrystalliserer et jeg. Så først begynder din tid at komme i skred. Men langsomt, langsomt, med sekellange år.

Men udefra set er det hele kun en stakket stund, kun et stjerneskud i natten.?

Munurin í tíðarfatan verður fleiri ferðir havdur á lofti, at tíðin so at siga gongur skjótari, jú eldri tú gerst, og seinni, jú yngri tú ert: ?Han har kendt Æa siden livets oprindelse, hun kommer fra tidernes begyndelse, fra de første par års årtusinder?. (Bæði ?Tårnet ved Verdens Ende? og ?Laterna Magica? umrøða tíð sum fyribrigdi).


Antonia og Newton

Í endanum á tí stutta fyrsta parti verður tann dialektiska tilverufatanin hjá høvundinum persóngjørd í royndunum hjá mannabarninum: ?I begyndelsen, inden nat og dag, vinter og sommer endnu var opstået i verden, herskede allerede ustyrlig sorg og grænseløs glæde, og sorgen var knyttet til ensomheden, glæden til samværet med den Ene, den Store.?

Og Antonia møsnar og babbar við tað lítla: ?Du min Lucidarius, mit maveøje, min Kopernicus og Newton. Ja, du min Isak Newton, min elskede Isak Newton, thi altid har jeg elsket Newton og altid skal jeg elske både Kepler og Newton såvel som Galilei!?

Her verður ein onnur føðing ella beinari endurføðing drigin fram: renesansan. Tann heliocentriska heimsmyndin hjá Kopernikus er eitt av eyðkennunum hjá renesansuni, og Newton fekk í sínum lagi til vega eina fysikk, sum passaði til nýggju heimsmyndina. Tvs. at hesir harrar flyta centrum frá Gudi til menniskjað, frá himni á fold - og tað hevur týdning í skaldsøguhøpi.

Tann fyrri drongurin hjá Antoniu, lærarin Napoleon Poulsen, hevur bíløt av Newton, Luther og Edison á vegginum, men í hansara føri er alt stívnað í geldari dogmatismu. Tað verður tikið fram av, at Luther er ein av húsgudunum, og at Trina við eygunum við sínum lívshatri umboðar lutherdómin í skaldsøguni.


Pleiadurnar

Sjeystjørnan er mangan á lofti. Fyrstu ferð, tá ið drongurin vil sova og leita sær til ?Syvstjernen, alle søvnige små børns himmelseng?. Somuleiðis tá ið deyðadrátturin hjá Antoniu er av, og vit flyta okkum út í alheimin. Parturin endar við hesum orðum: ?Så er der ikke mere?. Triði partur leggur fyri við at trívi aftur í setningin: ?Er der så ikke mere? Jo, der er stadig ham, drengen, der blev borte for dig og som du blev borte for. Ikke helt borte, for dit blod rinder i hans årer og dit sind ånder i hans sind [...]?. Og so verður aftur borið við Móðir Sjeystjørnu.

Ævinleikin er, at eitt ættarlið kemur øðrum á baki. Sama sjónarmið verður tikið fram í sambandi við deyðan hjá Ekkehart: ?Havet tog Ekkehart, umådelige dønninger løftede ham ud af tiden og bragte ham over i evigheden - ja, over i den eneste evighed, der findes: den, der er i menneskers erindringsvarme og taknemmelige sind?.

Kann henda, at hetta er tann einasti ævinleikin, sum er menniskjanum tillutaður, men í einum størri høpi er alt, sum til er, partur av somu heild. Vit eru gjørd av sama tilfari sum alheimurin, og vit eru tí í slekt við alt í alheiminum. Eisini hvalspýggina, sum einastaðni verður hálovað.

Men Sjeystjørnan umboðar eisini dreymirnar, framtíðina. Um Gravara-Petur verður sagt: ?Han ejede det tændende pust, der kunne bringe den tågede syvstjerne i dit sind til at bryde i glød [...]?. Seinni verða Antonia og Maria moy flættaðar saman, um somu tíð sum Antonia og Sjeystjørnan gerast eitt. Í endanum verður tikið samanum við hesum orðum:

?Således er dit væsen, Moder Syvstjerne!

Så længe du er, vil altid en ny begyndelse være i sigte, og livet skal ikke fortvivle, og døden skal ikke råde. Og du vil altid være, for du er ikke kun én, du er en mangfoldighed og en almindelighed?.

Í at kalla øllum skaldskapinum verður dentur lagdur á, at tað er tað vanliga, gerandisdagurin, sum tað ræður um og ikki stórir tankar og ríkir handan fold. William Heinesen hevði uttan iva tikið undir við Dan Turèll, sum einaferð segði, at tú skalt læra teg at dáma gerandisdagarnar, tí teir eru flestir!


Á havsins botni

Afturlítandi verður sagt frá, at Jacob Sif er farin inn í handilin hjá Violu og teimum at keypa eina Laterna magica, og tann mynd, sum nú kemur fram, gongur síðani við broytingum aftur í skaldsøguni: ?og her i mørket sprang så den magiske plet frem på væggen og viste et undersøisk landskab med røde og violette søanemoner, lysende ål og rokker og dybe palmelunde af tang og nedhængende vårgrønne algeslør og dunkle koraller?. Myndin gerst leiðarmotiv í skaldsøguni, og tá ið Viola stutt seinni dárar Jacob Sif, er lýsingin beinleiðis framhald:

?Mørket åbner sig, fuldt af lønlige hede kilder, fuldt af paradisiske vandplanter, undersøiske koralplanter, levende dyr på stilke og med myge fangarme, venlige blinde bløddyr og afsindige polyper, millioner år ældre end al menneskelig tid?.

Tá ið Viola er rýmd frá honum verður sagt, at tað var við teimum næstan sum í vísuni um gentuna og havmannin, og hvørt kvøld, tá ið Jacob Sif leggur seg, letur hann seg glíða niður í eitt dýpi av minnum á havsins botni.

Undirsjóvarmyndir koma javnan fyri, bæði í sambandi við Jacob Sif, men síðani eisini knýttar at Antonio og dreinginum Jacob. Antonia fær dukkuna Havgyltu frá Ekkeharti og setur hana upp á eitt døkt loft, tí tað er sum á havsins botni. Beint aftaná verður sagt frá einum kópahvølpi, sum Antonia letur ?glide ned i det grønne sortnende dyb?. Seinni fortelur Ekkehart Jacobi, at kópar eru syndafull menniskir, sum ikki eru sloppin upp í himmiríki, og drongurin fær tað at hóska væl við mammuna, sum sambært Trinu var ein syndafull kona.

Skaldsøgan arbeiðir sostatt við tveimum mótsettum og kortini greipaðum symbolheimum: himmalin við Sjeystjørnuni og havbotnurin við girndini. Í báðum heimum eru dreymarnir veruleiki, og tað hevur við sær, at undirstreymurin av girnd og himnaríkisins dreymasjónir ikki eru antagonistar, men partar av og fyritreytir fyri einum natúrligum lívi. Bæði yvir og undir skulu til.

Tvørt øvut er tað við tí tilverutulking, sum verður stýrd av átrúnaði. Her eru himmal og helviti mótsetningar, og jarðarlívið ein vígvøllur, har hesi bæði royna at toga tað neyðars menniskjað í hvør sína ætt.


The Spanish Inquisition

Gjøgnum lýsingina av Trinu við eygunum fær kristindómurin toyggið, og einahelst protestantisman verður avmyndað sum í sjálvum sær lívsnoktandi og mannvánd. Trina er missjónsk og lokkar nakrar ferðir Antoniu ?hen i menighedshuset for at høre den indremissionske pastor Ryvingsen fnyse og svovle mod baptisters og adventisters dømmesyge sektereri?. Gudurin hjá Trinu sigst at vera ótespiligur og skelkandi, og altartalvan í kirkjuni snýr seg bara um deyða og píning. (Tann umrødda altartalvan hongur í Havnar Kirkju og kemur fyri meiri enn eina ferð í skaldskapinum).

Frammarlaga í skaldsøguni staðsetur frásøgumaðurin barnið í alheiminum, og endar við hesum orðum:

?Men livet befinder sig stadigvæk i en tilstand af passiv slummer, og der vil endnu hengå nogle æoner før de søvndrukne øjne oplades og efter megen angst og bæven omsider fyldes med den skuende, forklarende og hjælpsomme venlighed, der er tilværelsens mening og mål?.

Lesarin kennir ein aðaltátt í skaldskapinum aftur - tað sama verður t.d. sagt um Elianu í ?De fortabte Spillemænd? - men hvussu er við Trinu í hesum sambandi? Soleiðis, sum hon er skaft, vildi tú ikki hildið, at hennara setningur á fold var at hjálpa øðrum. Hví Trina er so stívrend, fær lesarin ongantíð beinleiðis at vita, men tað restar ikki í ábendingar. Hon kemur frá eini lítlari fjarðarbygd, var vøkur og væl vaksin genta upp á nøkur og tjúgu ár, tá ið hon kom í húsið hjá Tulinius lækna og konuni. Hjúnalagið er eitt helviti, og høvundsins fyrimynd er ivaleyst tann sama, sum Hanus Andreassen hevur brúkt í stuttsøguni ?Ein ónyttug stjørna? og annars sagt frá í ?J.H.O. Djurhuus: Ein bókmentalig ævisøga II, s.34ff?.

Deyðadansurin hjá hjúnunum endar í vanlukku. Kona Tulinus ákærir læknan og Trinu fyri at spæla upp til hvørt annað og rýmir av landinum. Trina kennir seg kroysta av stríðnum ímóti syndini og fer aftur til heimbygdina, og svarar ikki brøvunum, har læknin biðjur hana koma aftur. Endin er, at læknin tekur lívið av sær, og Trina ger sær hesa niðurstøðu: ?Verden er ond. Synden er ond. Den gør ondt?.

Sum frá líður verður Trina nevnd Ónda-Trina og Varúlvurin. Hon arbeiðir ótroyttiliga fyri teimum sjúku og gomlu, men tey flestu vildu heldur verið hennara vitjan fyriuttan. Fólk rósa Trinu, men tey steingja dyrnar, tá ið tey síggja hana koma. Tá ið Antonia liggur fyri deyðanum, verður Trina lýst soleiðis: ?Ak, Trine, du arme og lykkeløse Guds bøddel - i aften forfalder din sold, og den er bedrøvelse til døden?. Ein vinkonan hugsar, at Trina er ónd, at hon veit tað við sær sjálvari, og at tað er tí, hon er illa heitin og einsamøll.

Tann mynd av Jesusi, sum hon roynir at trútta niður í drongin er heldur ikki stuttlig, og frásøgumaðurin kallar tað fyri eina terroristiska heimsmynd. Úrslitið er, at drongurin ikki er bangin fyri illamanni, men fyri Jesusi og øðrum bíbilskum vinfólki hjá Trinu. Tað gongur ein ráki av inkvisitión av Trinu, og hennara stríð við deyðan, tann blektaði reinsanareldur, ger greidliga vart við tað flagellantiska lyndi.

Tað eydnast kortini ikki Trinu við sínari døming at køva alla vón. Hóast mamma dreingin er ein syndari, so er hon eitt menniskja og orðini hjá Pilatusi um Jesus, Ecce homo, eru kanska ikki burturvið. Menniskjað, veikt og brekaligt, vinnur kortini á øllum gudum og øllum skipanum.


Lívsleiðin

Skaldsøgan vísir tey eyðkendu stigini í lívinum hjá einum menniskja býtt sundur á fleiri persónar: føðing, uppvøkstur, elli og deyði. At frásøgnin er umboðandi sæst eisini av tí, at navnið hjá dreinginum, Jacob, bara verður brúkt hendingaferð.

?Moder Syvstjerne? er í fýra pørtum, men kann saktans skoðast sum ein menningarskaldsøga, hóast hendan altíð er tríbýtt: heima - heimleysur - heima. Teir báðir fyrstu partarnir, har drongurin hvílur í sær sjálvum, og tann undanfarna søgan verður søgd, samsvara við heima. Triði partur, har gongdin er frá lívslygn til at líta verðina í eyguni, samsvarar við heimleysur. Og í fjórða parti kemur drongurin sum í eini rættari menningarskaldsøgu til sættis við sjálvan seg.

Undirtittulin, ?En fortælling fra tidernes morgen? merkir, at øll menniskir við teirra undran og vón skapa heimin av nýggjum. Søgan fylgir menningin av hugmyndaheiminum hjá barninum frá teimum skjótu sinnisskiftunum hjá nýføðinginum um eitt tíðarskeið, har góðar og óndar verur pallsetast, til barnið skettar seg sjálvt, tvs. sína egnu sál. Á hesum seinasta stigi varnast drongurin, at tann ótilvitandi longsulin eftir mammuni broytist til eitt mytiskt hugtak, sum veitir tilveruni samanhang og ætlan.