Í lívsvanda undir Suðuroynni

Sunnukvøldið kundi ein rættilig bátsvanlukka verið hend eystanfyri Suðuroynna, tá ið tveir brøður úr Porkeri, Eirikur og Halgir Poulsen, vóru á veg úr Vági og norður til Hvalbiar í AWI 33-bátinum, Emily TG 69. - Meðan eg eri í maskinrúminum, er ein hvøllur brestur, og tað vísir seg, at tað er kjølurin sum tekur. Báturin stendur ikki, men í bølamyrkrinum síggja vit, at tað brýtur í bæði borð - bæði innanfyri og uttanfyri bátin

Skipsbrot

Eirikur Poulsen, sum eigur Emily og rør út við honum, skuldi á veg til útróðrar sunnukvøldið føra beiggja sín, Halgir, norður til Hvalbiar, har hann skuldi avstað við skipi. Síðan skuldu Eirikur og bátsfelagi hansara, Terjon Tausen, ætlandi loysa av Hvalba um 22-tíðina hetta kvøldið.
Men brøðurnir báðir, Eirikur og Halgir, komu ongantíð til Hvalbiar.
- Eg hevði tikið ís og olju í Vági, tá ið vit loystu um 18-tíðina. Veðrið var av tí besta, og vit væntaðu, at túrurin norður til Hvalbiar fór at taka slakar tveir tímar.
Eirikur sigur, at hann fekk bátin nýggjan, 21. juli 2001, og
heilt síðan byrjanina, hevur hann havt trupulleikar við, at oljufiltrini typpast við tí úrsliti, at motorurin ikki orkar tað, hann eigur.
- Tá ið vit vóru komnir norður á syðra enda á Hvannhaga, helst á leiðini við Múlatanga, fingu vit trupulleikar við brennioljufiltrinum. Motorurin gekk illa og vildi kódna. Eg avgjørdi tí at venda suðuryvir aftur.
Hann sigur, at løtu seinni hoyrdist kjøl-alarmur, og tá vóru teir staddir stutt úr landi.
- Eg fór niður í maskinrúmið at kanna eftir, hvussu vorðið var og bað beiggja mín taka róðrið. Í maskinrúminum stendur sjógvur uppundir blokkin á motorinum. Meðan eg eri í maskinrúminum, er ein hvøllur brestur, og tað vísir seg, at tað er kjølurin sum tekur.
Eirikur sigur, at báturin stendur ikki, men í bølamyrkrinum síggja hann og bróðurin, at tað brýtur í bæði borð - bæði innanfyri og uttanfyri bátin.
Longu tá ið Eirikur kemur uppaftur úr maskinrúminum, er beiggin, Halgir, komin í yvirlivilsisdraktina og hevur eina drakt klára til hansara.
- Hann hjálpir mær í draktina. Nú brýtur meira uttanfyri enn innanfyri. Dekkið á bátinum fyllist eisini við sjógvi, og Emily leggur seg eini 90 stig.
Teir senda nú út neyðarkall og siga, hvar teir halda seg vera staddar.
- Her sá ógvuliga svart, og lítil vón tóktist vera fyri bjarging.
Eirikur sigur, at Halgir nú flotaði bjargingarbátin og fer í hann.
Ætlanin hjá Halgiri var at vera í bjargingarbátinum og hava hann kláran, til Eirikur eisini kom uppí bátin.
Eirikur sigur, at motorurin á bátinum var í gongd alla tíðina og einu løtuna, tá ið hann í myrkrinum helt, at báturin vendi út frá landi, koyrdi hann spakuliga á motorin.
- Men nú vísti tað seg, at Halgir, sum var í bjargingarbátinum, fekk ikki kappað línuna, og tískil var bjargingarbáturin hangandi uppi í útróðrarbátinum. Einu løtuna stendur á, og nú fer bjargingarbáturin undir.
Tá ið Eirikur nú einki hoyrir ella sær til beiggja sín, leypir hann eisini í havið í yvirlivilsisdraktini fyri at finna beiggjan.
- Eg síggi beiggja mín aftur, og nú liggja vit báðir og flóta í briminum, meðan báturin melur í klingur rundan um okkum við bjargingarbátinum afturút. At endar slitnar bjargingarbáturin úr, meðan útróðrarbáturin heldur fram at mala rundan um okkum. At enda steðgar maskinan á bátinum, og teir gera av at svimja aftur til bátin. Beiggi mín sleppur fyrst umborð og hjálpir mær síðan eisini umborð.
Í bølamyrkrinum vita teir ikki, um nøkur hjálp er á veg, men tá ið teir eru komnir umborð aftur á Emily, síggja teir, at ein 35 fót stórur útróðrarbátur, Petur M, við Sigmundi og Peturi Mikkelsen, er komin teimum til hjálpar.
Jónrit var eisini skjót á staðið og kundi lýsa við ljóskastara, so betur sást, hvussu vorðið var.
- Brimil kom eisini á staðið, men vit fóru ikki av Emily, fyrr enn reyvin á bátinum fór undir. Tá lupu vit í havið. Halgir fór umborð á gummibátin hjá Brimli og eg fór umborð á Petur M.
Eirikur sigur, at tað var ongantíð vandi á ferð eftir, at hjálpin var komin.
Hann sigur, at eingin trupulleiki var at halda hitanum í yvirlivilsisdraktunum, meðan teir lógu í sjónum ? hvørki, tá ið teir lógu í briminum undir landi, ei heldur tá ið teir lupu í havið, tá ið reyvin á Emily fór undir og teir hildu, at báturin fór at søkka.
Eirikur kom á Tvøroyri um midnáttina sunnukvøldið við Petur M, men Halgir, sum var umborð á Brimli, ið sleipaði Emily, sum lá ógvuliga tungt í sjónum, var ikki á Tvøroyri fyrr enn nakrar tímar seinni.
- Sum eg havi skilt, sakk Emily, tá ið Brimil nærkaðist bryggjuni á Tvøroyri, sigur Eirikur Poulsen.
Hann leggur aftrat, at hann og bróðurin eftir umstøðunum vóru hampiliga væl fyri eftir óhugnaligu hendingina, sum saktans kundi kostað teimum báðum lívið, um verri vildi til hetta kvøldið.