Læknastríðið í nýggjum hami

Læknastríðið er gjørt til virtuelt søgusavn, sum kann upplivast á telefonini meðan ein gongur aftur á slóðina, har nakrar av áhugaverdu hendingunum fóru fram.

Í 2021 gjørdi Saxofilm eina sjónvarpsrøð í fýra pørtum til DR2 um læknastríðið. Nú eru hesar upptøkur, saman við nýggjum upptøkum, gjørdar til eitt virtuelt søgusavn, sum kann upplivast á telefonini meðan ein gongur aftur á slóðina, har nakrar av áhugaverdu hendingunum fóru fram, skrivar klaksvik.fo.

 

Tilfarið og søgan er skipað sum ein ”Gakk og hygg (Walk and watch)”, sum merkir at tú fylgir eini slóð, sum tekur teg ígjøgnum søguna og hendingarnar í læknastríðnum, sum verður søgd í nýggjum hami, og sum kann síggjast og hoyrast umvegis QR-lyklar, ymsa staðir í býnum.

 

Í hesum sambandi er gjørdur ein faldari, sum fæst á Kunningarstovuni, í Miðlan og á Fornminnasavninum, ið greiðir frá á føroyskum, donskum og enskum um hvar QR-lyklarnir eru at finna – og eru filmsbrotini eisini á føroyskum, donskum og enskum.

 

Við faldaranum í hondini fylgir tú sjóðini, sum leiðir teg til støðini, har hendingarnar í læknastríðnum (1953-55) fóru fram. Við tíni snildfon ella teldli kanst tú lesa QR-lykilin og ein stutt søga, filmur og frásøgn, við Annfinni Heinesen sum verti, kemur upp.

 

Skjótt fært tú ímyndir og søgur fortaldar um hvat hendi júst her – og á teimum ymsu støðunum, serliga við havnalagið úti í Klaksvík. Á henda hátt gerst søgan um læknastríðið sera ítøkilig og væl fortalda.