Søkt verður eftir lærara til Trygdardepilin við Áir at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki
undirvísa í brunaverju, eldsløkking og roykkaving
undirvísa á trygdar, bátaførara- og FRB skeiðum
til- og avriggan í sambandi við skeið
viðlíkahald av sløkki- og aðrari bjargingarútgerð
Skeiðsluttakarar
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking og trygd v.m. á Trygdardeplinum, eru í høvuðsheitinum: sjófólk, sløkkiliðsfólk og starvsfólk á virkjum og stovnum.
Vit leggja dent á at lærararnir:
duga væl at samstarva og samskifta
hava áhuga í at læra frá sær
hava ein jaligan hugburð mótvegis skeiðsluttakarum og starvsfeløgum
stremba eftir at fáa bestu úrslitini
áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
hava góðar KT førleikar
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, skipsførari ella tilsvarandi útbúgving, ið kann javnmetast og hava minst 2-ára starvsroyndir sum yvirmaður umborð á skipi ella líknandi.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistaralærarar ella sjómansskúlalærarar í Føroyum. Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Róa H. Rasmussen, deildarleiðara, á teldupostadressu [email protected] telefon 229942 ella Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu [email protected]telefon 517220
Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: [email protected]. Viðmerk "Lærari til Trygdardepilin”. Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 19. august 2022
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla, trygdardepil og skeiðsdeild. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. í skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo