Lærari í føroyskum til Miðnámsskúlan í Suðuroy

 

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærara í føroyskum uml. hálva tíð skúlaárið 2021/2022. Talan er um tríggjar flokkar; ein flokk á C-støði, ein 1. flokk á A-støði og ein 2. flokk á A-støði (11 undirvísingartímar um vikuna íalt).

 

Setanar- og lønartreytir

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

 

 

 

Umsókn

 

Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juli 2021. Umsóknir skulu sendast til mis(at)skulin.fo.

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Guðrið E. Johansen, rektara, á tlf. 28 88 31 ella gudrid.johansen@skulin.fo.

 

 

 

Miðnámsskúlin í Suðuroy