Lærupláss: Alari til Mowi

 

Kundi tú hugsað tær at verið alari? So hevur Mowi eitt spennandi lærupláss til tín, har tú fært nokk at síggja til – bæði verkliga og ástøðiliga.


Uppgávur og skúlatíð

 

At ala laks er spennandi starv. Laksur frá Mowi skal altíð verða í góðum hondum, og tú verður við til at røkta laksin, frá at hann er rogn, til hann er klárur at seta út á sjógv – so hetta er eitt sera týdningarmikið starv. Og so fert tú sjálvandi eisini á skúlabonk at læra um lívfrøði, fóðring, fiskaheilsu, trygd og mangt, mangt annað.


Førleikar

 

Tað verða ikki sett nøkur krøv til læruplássið fyriuttan eitt 9. floksprógv. Men vit vænta, at tú hevur fimar hendur og knokkin góðan, og at tú annars ert ágrýtin og fyrikomandi.


Lærutíðin

 

Lærutíðin er 4 ár, og aftan á tað kanst tú kalla teg alara. Vit hava aling á Oyndarfirði, við Haldórsvík og á Sandsvág, og starvsstaðurin er skiftandi í lærutíðini. Skúlatíðin er á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Skúlin byrjar á heysti, men tú kanst koma í læru longu nú í summar.

 


Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.


Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Leif av Reyni á 791097 ella skriva til leif.reyni(at)mowi.com.


Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes(at)mowi.com, og freistin at søkja er týsdagin 12. juli.




Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.