Roknskapur
Tað eru sjálvandi ikki øll virki, sum hava yvirskot av rakstri sínum, og í fleiri førum er støðan eisini tann, at eginognin er negativ. Tað vil siga, at skyldur felagsins eru størri enn ognirnar.
Fyri smápartafeløg er lógin serliga herd hesum viðvíkjandi. §85 í smápartafelagslógini ásetur, at hevur eitt felag mist helmingin av innskotspeninginum, skal ein eykaaðalfundur innan seks mánaðir taka støðu til, hvørt felagið skal halda fram ella avtakast. Um so er, at felagið skal halda fram, skal aðalfundurin eisini gera greitt, hvussu felagið kann fáa tilført neyðuga peningin, soleiðis at eginpeningurin kann endurreisast. Antin gjøgnum raksturin ella við beinleiðis kapitalinnskoti.
Going-concern
Grannskoðarin skal sjálvandi eisini taka støðu til hetta, tá roknskapurin verður gjørdur. Verða krøvini í smápartafelagslógini ikki eftirlíkað, hevur inniheldur átekningin tí vanliga eitt fyrivarni, har staðfest verður, at roknskapurin er settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga, men at tað tó er ivasamt, hvørt hendan fortreytin verður uppfylt.
Í øðrum førum, har felag antin fær - ella væntar at fáa ? treytirnar uppfyltar, ger grannskoðarin javnan nýtslu av brotinum, sum eitur »supplerandi upplýsingar«. Her kann so staðfestast, at roknskapurin er settur upp við framhalandi rakstri fyri eyga, men at hesin er treytaður av, at felagið fær tilført neyðuga peningin.
Í ávísum førum kann mannagongdin tó eisini vera tann, at nevndin í ársfrágreiðingini greiðir frá, hvørji fyrivarni gera seg galdandi fyri virki, og kann grannskoðarin tá velja at lata átekningina vera blanka, ella at vísa til sjálva ársfrágreiðingina í grannskoðanarátekningini.
Felags fyri hesar mannagongdir er tó, at tað greitt verðu fráboðað móttakaranum ? roknskaparlesaranum ? at felagið ikki lýkur kapitalkrøvini. Eins og fráboðað verður, hvørt hesi verða uppfylt eftir roknskaparárslok, ella um virksemið heldur uppat. Serliga hetta seinasta kann ávirka myndina av roknskapinum, tí skulu aktiv realiserast, er langt ífrá víst, at hesi hava sama virði, sum tey eru upptikin til í roknskapinum.
Ikki ólógligt
Tí er niðurstøðan oftast tann, at ein roknskapur, sum hevur eina blanka átekning, og har kapitalviðurskifti ella framtíð felagsins ikki verða umrødd í ársfrágreiðingini, er garanti fyri einum virki, sum fíggjarliga er hampuliga væl fyri.
Men so er tó ikki altíð. Tað finnast nevnliga eisini dømi, har virki hevur negativan eginpening í fleiri ár, uttan at orð verður grett um hetta í ársfrágreiðing ella grannskoðaraátekning.
Felags fyri flestu roknskapir, har hetta ger seg galdandi, er, at tað er grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, sum hevur áteknað roknskapirnar, og sambært Klaus Rasmussen, løggildum grannskoðara, er heldur einki skeivt í hesum.
- Tað er jú ikki forboðið hjá einum felag at hava negativan eginpening. Okkara uppgáva er at eftirkanna, at lógarkrøvini verða yvirhildin. Tað verða tey, um nevnd og leiðsla hava yvirhildið ásetinginar, sum lóggávan setir á økinum. Og tí dugi eg ikki at síggja, at nakað fyrivarni skal í átekningina.
- Tí sjálvt um vit ikki skriva tað í átekningini, so dugir roknskaparlesarin væl sjálvur at staðfesta, at eginpeningurin er negativur. Tað, sum vit vátta, er at roknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av felagnum. Og tað kann hann jú væl gera, hóast eginpeningurin er negativur. Tá er verri, um talan er eitt virki, sum hóast positivan eginpening hevur fíggjarligar trupulleikar, staðfestir Klaus Rasmussen at enda.
Eingi lógarkrøv
Tað er Partafelagsskrásetingin, sum er eftirlitsmyndugleiki í Føroyum, tá roknskapir verða latnir inn. Tað vil siga, at her verður eftirkannað, um roknskapirnir uppfylla lógarásttu krøvini.
Teir roknskapir, sum skilað verður til omanfyri, eru eisini allir góðkendir av Skráseting Føroya, og stjórin á skrásetingini, Kristin Balle, sigur eisini, at hetta ikki er ólóglit í sjálvum sær.
- Vit plaga vanliga at hyggja væl eftir, tá eginpeningurin er negativur. Er hann tað, so senda vit skriv til felagið, har tey hava seks vikur at svara okkum. Er svarið so, at felagið væntar at fáa positivan eginpening gjøgnum vanliga raksturin, so góðtaka vit tað, men vit halda sjálvandi eyga við komandi roknskapunum, soleiðis at kravið verður eftirlíkað, sigur Kristin Balle.
Ein trupulleiki í hesum kann tó vera, at føroyska lóggávan ikki inniheldur nøkur krøv um, hvussu grannskoðanarátekningin skal síggja út. Tí kunnu bæði fyrivarni og supplerandi upplýsingar vera skiftandi frá grannskoðara til grannskoðara.
------------
Átekningin
Grannskoðanarátekningin er váttanin frá grannskoðaranum til almenningin. Í hesari skal grannskoðarin siga, hvørt roknskapurin eftir teirra fatan er rætt uppsettir, og um hesin gevur eina rættvísandi mynd av ognu og skuld felagsins, fíggjarligu støðuni og úrslitinum.
Ein »blonk« átekning merkir, at grannskoðarin er samdur við nevndini í roknskaparuppsetingini, og at roknskapurin gevur eina rættvísandi mynd.
»Supplerandi upplýsingar« kunnu nýtast, tá grannskoðarin metir, at neyðugt er við viðmerkingum fyri at geva røttu myndina av ársoknskapinum. Tó uttan at hesi er av slíkum slag, at roknskapurin gevur eina skeiva mynd. Eisini kunnu supplerandi upplýsingar nýtast, um felagið í árinum hevur handlað ímóti lógarásettu krøvunum, men at hesi síðani eru komin í rættlag.
»Fyrivarni« verða tikin, um roknskapurin inniheldur villur ella ivamál av slíkum slag, at hesi kunnu hava ávirkan á myndina, sum roknskapurin gevur. Eisini kunnu fyrivarni verða givin, um felagið hevur handlað í stríð við lógarásetingarnar, og hesi viðurskifti ikki eru komin í rættlag.