Lagnan hjá Netanyahu verður avgjørdi næsta mánadag

Nýggj stjórn í Ísral undir leiðslu naftali bennett skal góðkennast við atkvøðugreiðslu næsta mánadag 14. juni, sigur tingformaðurin

Formaðurin í høgrasinnaða flokkinum Yamina, Naftali Bennett, fer mánadagin 14. juni at røkka málinum: at gerast næsta forsætisráðharri Ísraels. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Ísraelska tjóðartingið skal mánadagin 14. juni atkvøða um at góðkenna eina nýggja stjórn.

 

Tað upplýsir tjóðartingsformaðurin, Yariv Levin.

 

Í nýggju stjórnin eru mótstøðufólk hjá sitandi forsætisráðharra, Benjamin Netanyahy. Hann hevur í 12 ár staðið á odda fyri eini høgrastjórn og stríðist fyri at varðveita valdið.

 

Nýggja stjórnin skal í fyrstu syftu verða undir leiðslu hjá høgratjóðskaparliga Naftali Bennett í tvey ár, síðani skal miðpolitikarin Yair Lapid, sum hevur verið drívandi megin í at skipa eina samgongu við átta flokkum, teirra millum einum arabiskum flokki, fyri at koppa Netanyahu úr sessinum.

 

– Tingið verður kallað saman fyri at gera av, um ein stjórn kann vera klár innan sjey dagar. Tað vil siga 14. juni 2021, sigur formaðurin í ísraelska tjóðartinginum.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

Formaðurin í høgrasinnaða flokkinum Yamina, Naftali Bennett, fer mánadagin 14. juni at røkka málinum: at gerast næsta forsætisráðharri Ísraels. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix