Í næstbestu deildini verða í fyrsta umfari tveir dystir, sum beinanvegin fara at geva ábending um, hvussu tað stendur til hjá teimum, sum hava fyrireikað seg til at vera við í kappingini um uppflytingarplássini.
Á Svangaskarði hittast B68, sum flutti niður í fjør, og FSVágar04. B68 flutti niður í fjør. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari, og Gunnar á Steig er nýggjur málverji. Í FSV04 eru toftamaðurin Jákup Eli Olsen og Jan C. Dam venjarar.
Í Leirvík vitjar TB. Tvørámenn hava staðið seg væl í steypakappingini, har teir hava gjørt enda á bæði B68 og SÍ. Óli Johannesen hevur ikki verið við í venjingunum seinastu tíggju dagarnar orsaka av landsliðsferðini í Georgia.
Niðurflytararnir í Fuglafirði fáa vitjan av HB. Um ÍF dreymarnir um Formula fótbólt skulu gerast til veruleika, so er neyðugt hjá ÍF at vinna øll stigini.
NSÍ og B36, sum eru nýggj lið í næstbestu deildini, hittast í Runavík, og sørvingar fáa vitjan av KÍ.