Hóraldur Joensen, februar 2012
---------
Heparin hindrar blóði at gerast sveitalivur, forðar fyri blóðtøppum, verður nógv nýtt í heilsuverkinum og er eitt lutfalsliga dýrt evni. Evnið verður vanliga vunnið úr svínum og neytum, men nú hevur laksur eisini víst seg at verða ein góð rávørukelda. Í Føroyum er heparin-framleiðsla ókend vinna, hóast fitt av peningi kann fáast burtur úr. Tætt samstarv millum universitet, granskingargarðar, virkis-varmakistlar og vinnulívseinglar kann verða hollur stuðul hjá nýggjum óroyndum vinnufyritøkum.
Heparin
Heparin er eitt evni, sum verður nýtt í heilsuverkum kring knøttin, og verður vanliga framleitt úr innvølinum úr grísum og lungunum úr neytum. Onnur djór kunnu tó eisini verða nýtt sum rávørukelda. Heparin er ein sokallaður anti-coagulantur, og hevur tann evnafrøðiliga eginleika, at tað forðar fyri, at blóð loypir saman í mannakroppinum (in vivo) og í royndarglasi ella reagensglasi (in vitro). Evnið verður nýtt í medicinskum høpi, eitt nú í samband við hjarta- og æðra-skurðviðgerðir, blóðflutning (blóðtransfusión) og fyribyrging móti blóðtøppi eftir skurðviðgerð, viðgerð í samband við óregluligan hjartaslátt, blóðsíling og katetur-viðgerð. Meginparturin av heparini fer tó til viðgerð av blóðtøppi/blóðtøppum í lívæðrum (arterium) og bláæðrum (venum). Heparin upploysir tó ikki blóðtøppar, men tað loyvir kroppsins náttúrligu tilgongdum og lívevnafrøðiligu evnum at upploysa blóðtøppar, sum longu eru formaðir.
Søgan um heparin
Evnið heparin varð uppdagað í 1916, men varð ikki nýtt í kliniskum høpi fyrrenn 1935. Granskingin, sum førdi fram til uppdagingina av heparin var í høvuðsheitum framd av tveimum monnum, Jay McLean og William Henri Howell á John Hopkins Universitetinum í USA. Heparin var upprunaliga isolerað úr hundalivra-kyknum. Av hesum hevur evnið fingið heitið heparin, tí hepar merkir livur á grikskum. Grikst og serliga latín vóru fróðarmál í gomlum døgum, og tessvegna hava nógv, heilt nógv faklig frøðiheiti sín uppruna í hesum málum. Í 1930-unum kannaðu fleiri vísindafólk heparin ymsa staðni í heiminum. Svenskarin Erik Jorpes, ið arbeiddi á Karolinska Instituttet í Stokkholm kunngjørdi síni granskingarúrslit um mýlska strukturin av heparin í 1935. Hetta rannsóknararbeiðið gjørdi tað møguligt hjá svensku fyritøkuni Vitrum AB at framleiða tann fyrsta heparin-úrdráttin, sum kundi gevast beinleiðis inn í bláæðrarnar ella intravenøst. Millum 1933 og 1936 gjørdi Universitetið í Toronto sær stóran ómak av at perfektionera ta tøknina, sum var neyðug fyri at framleiða ikki-toxiskt heparin, og í 1937 eydnaðist at framleiða ein tryggan og góðan blóð anticoagulant.
Laksa-heparin
Meginparturin av øllum commerciellum pharmaceutiskum heparini verður framleitt úr rávørum av neyta-lungum og svína-innvøli. Men orsakað av framhaldandi ótta fyri møguligari smittu av neytaøði (BSE: Bovine Spongiform Encephalopathy) á menniskju, so er framleiðslan av heparini grundað á neyta-úrdráttir minkað munandi. Harafturat hava fleiri eysturlendsk merki av svína-heparin ikki verið nóg rein í seinastuni, og hevur hetta elvt til trupulleikar í heilsuverkinum. Dálkingin umfatar upploysingarevni, tungmetalónir, virus, bakteriuframleidd eiturevni, lipidir, proteinir og DNA. Og í muslimska heiminum verða svína-úrdráttir skýggjaðir. Av tí at nýtslan av heparini er økjandi, so er til tíðir ov lítið til á marknaðinum fyri at nøkta tørvin. Tessvegna hevur verið leitað eftir øðrum valmøguleikum av ráevnum, t.d. úr skeljadjórum, rækjum, hvalum, dromedarum og laksi.
Norskar rannsóknir
Fyri stuttum funnu norsk vísindafólk fram til, at heparin úr laksa-táknum og laksa-innvølum hevði serliga góðar eginleikar at binda seg til anti-thrombin og er av tí sama væl egnað sum blóð anti-coagulantur. NMR-spektra vístu greitt, at laksaheparin er nakað øðrvísi enn svína- og neyta-heparin. Í laksa-heparini er lutfalsliga nógv av stutt-ketaðum heparin (LMWH) við einum heilt unikum pentasaccharid-sekvensi, sum bindir seg væl við antithrombin. Pentasaccharid-sekvensur er ein røð av fimm sukurmýlum. Av tí at nógv er til av aldum laksi, eins og at henda rávøran er rímuliga støðug, so verður arbeitt við at nýta sekunderar rávørur frá laksframleiðsluni til heparin-framleiðslu.
Patent og vísindagreinar
Norsku vísindafólkini, Per Olav Skjervold, Ole Rasmus Ødegaard, Frank Brostad og Ragnar Flensrud søktu um og fingu amerikanskt patent (U.S Patent no 7618652 B2) uppá úrvinning og karakterisering av laksa-heparini 17. nov. 2009. Úrvinningin umfatar fleiri trin: 1) homogenisering av laksarestrávøru, 2) koncentrering av homogenati, 3) fraktionering av homogenatinum við antithrombin-klæddari kolonnu, 4) útvasking av antithrombin-ikki-bindandi glucosaminglycanum, 5) isolering og reinsan av antithrombin-bindandi glucosaminglycanum, tvs., heparin. Í 2010 skriva Ragnar Flensrud frá Universitetinum í Ås, Mette Lie Larsen og Ole Rasmus Ødegaard frá Universitetssjúkrahúsinun í Oslo eina grein um uppreinsing og karakterisering av laksa-heparini í vísindaliga tíðarritinum, Thrombosis Research. Kanningarnar í hesi grein vísa, at laksa-heparin hevur longri helvtartíð enn svína-heparin og aktivitetur tess er munandi meiri støðugur. Laksaheparin er tessvegna ein góð alternativ rávørukelda til framkomna heparin-framleiðslu.
Eind fyri heparin
Ein gomul eind fyri mongd av heparin er ein Howell eind ella Howell Unit, HU. Ein HU av heparin er áleið tann mongd av heparin, sum svarar til 0,002 mg av heilt reinum heparini, ið er tann nøgd, sum krevst fyri at halda ein millilitur (1 mL) av katta-blóði sveitafrítt í 24 tímar við 0oC. Ein onnur eind er USP eindin. Ein USP eind av standard heparini er 0,006 mg av rá-produkti, og umleið 0,002 mg av processeraðum hávirknum heparini. Aðrar aktivitetsgrundaðar ella process-relateraðar eindir verða eisini nýttar, men tað verður ov drúgført at útgreina tær í hesum sambandinum.
Heparin-prísur
Prísurin á heparini skiftir nakað alt eftir merki og framleiðsluhátti, men talan er um eitt lutfalsliga dýrt evni. Á alnótini ber til at finna eitt nú eitt 250 mL glas við upploystum natriumsalti av svínaheparin, styrki 5000 U/mL, fyri 4200 Dkr. Svarar eitt U til 0,002 mg, so er nøgdin í 250 mL á 5000U/mL tann sama sum 5000 x 0,002 mg/mL x 250 mL = 2,5 gram. Tað merkir altso at 2,5 gram kosta 4200 Dkr. Eitt gram kostar so 1680 Dkr, og eitt kg 1,7 milliónir Dkr.
Møgulig fíggjarlig úrtøka
Fleiri av neyðugu tølunum eru ikki alment tøk fyri laks, og tí er niðanfyristandandi útrokning bert eitt mett git ella ein guestimering. Í litteraturinum ber til at finna fram til, at innihaldið av heparini í svína-mucus (svína-slími) er umleið 0,01%. Tilsvarandi tal fyri laksa-mucus tykjast at vera alment ókend enn. Vekt-brotparturin av mucus, útvunnið frá havtasku-høvdum, er leysliga mettur til at verða umleið 1.0% av høvda-vektini. Tað er ikki vist, men møguliga kunnu hesi tøl eisini nýtast fyri laksa-restrávøru. Hugsa vit okkum, at laksarestrávøran frá ali-ídnaðinum í Føroyum er áleið 10.000 tons svarandi til 20% av 50.000 tonsum, so er mucus-innihaldi ájavnt við 100 tons, heparin-innihaldið 10 kg og prísurin 10 kg x 1,7 milliónir Dkr/kg = 17 milliónir Dkr. Talan er um virði, sum vit ikki hava ráð til at lata verða ógagnnýtt. Fyri at fáa enn stórri úrtøku, so kundi restrávøra frá laksa-alingini í hinum norðanlondunum ella umheiminum verði keypt heim, umgjørd til heparin, og seld á heimsmarknaðinum. Annar møguleiki er seta verksmiðjur upp uttanlands, har nógv aling fer fram. Ein triði møguleiki er at kanna um onnur fiskasløg í havinum kring Føroyar kunnu verða grundarlag undir heparin-framleiðslu. Her er nógv granskingararbeiði eftir at gera.
Universitet og granskingargarður
Øll framkomin lond, hava langt síðani ásannað, at skulu livilíkindi og lívsdygd borgaranna betrast, so má hátøknilogisk gransking og menning fremjast í verki fyri millum annað at fáa eitt framkomið vinnulív. Og hetta mentala virksemið verður avrikað á fyrst og fremst á universitetum og nýggjari tíð eisini á granskingargarðum, sum vanlig virka í tøttum samstarvi við universitetini. Á henda hátt verða góð hugskot umsett í verki til smáar fyritøkur, sum undir góðum umstøðum og við professionellari hjálp kunnu vaksa til altjóða vinnurisar.
Virkis-varmakistlar
Business incubatorar, business kuvøsir ella virkis-varmakistlar eru menningarskráir ætlaðar til at styðja menningina av nýklaktum fyritøkum fyrstu tíðina, við hollari vitan og tænastum, sum leiðslan á virkis-varmakistlinum kann veita. Sjálvt um leiðslan ikki er mannsterk og ikki alvitandi, so ber hetta hjálpararbeiðið til, av tí at slíkar leiðslur ofta hava eina ørgrynnu av yrkis-sambondum og netverkum. Vitan og tænastur verða veittar eftir tørvi, og kunnu umfata eitt nú grundreglur í handilsskapi, yrkisnetverk, marknaðarhjálp, snar-internet, roknskaparskil, fíggjarstýring, hjálp til bankalán, hóskandi fíggingargrunnar, framløgu-dugnaskap, samband við Universitet við serligum førleikum, strategiskar partnarar, serkøn ráðgevandi stýri, lógarhjálp, handfaring av intellektuellum ognarrætti, commersialiseringshjálp og business-einglar.
Business-einglar
Hóast eingla-hugtakið er rímuliga vælkent í Føroyum, so hava business-einglar ikki verið serliga sjónligir í føroyska samfelagnum. Hvørjir eru so hesir vinnulívs-einglarnir? Vinnulívseinglar eru ofta eldri arbeiðstakarar, entrepreneurar, ið hava vunnið gilt av peningi, t.d. nakrar hundrað milliónir Dkr, við sínum virksemi og/ella sølu av egnari fyritøku. Hesi fólk vilja, eftir lokið lívsverk, fegin gera nyttu í samfelagnum við síni servitan, royndum, netverkum og pengum. Teir seta vanliga part av ríkidøminum í haldfelagsskapir, sum hava til endamáls at investera og menna fyritøkur. Business-einglar investera ofta í bólki og fáa harvið stórri ávirkan á fyritøkuleiðslurnar. Fæið, einar 10 til 20 milliónir Dkr, sum business-einglar skjóta inn í fyritøkur er vanliga hávága-íløga og er tí oftani sera hent hjá nýbyrjaðum fyritøkum. Business-einglar spæla ein týðandi tátt í innovatión og menning av nýggjum vinnufyritøkum. Business-einglar stuðlar fegnir gransking og menning. Sannir business-einglar flyta ikki pening teirra uttanlands í krepputíðum, tá mesti tørvur er á teimum í móðurlandinum, teir fremja ikki fíggjarundandrátt, og teir hava einki ímóti at gjalda skatt til fedraland sítt.
Fakta-box
Pharmacologiskur virkningur
Virkningshátturin er torgreiddur um farið verður út í æsir, men í stuttum kann sigast, at fyrst bindur heparin seg til ein enzym-inhibitor ella ein enzym-hindrara, sum eitur antithrombin III. Harvið verður antithrombin III mýlið broytt nakað í skapi soleiðis, at tað verður virkið og harvið fær gjørt thrombin og aðrar blóðstorknandi proteasur, eitt nú factor Xa, óvirkin. Proteasur eru enzymir ella kveikar, ið niðurbróta proteinir. Fær thrombin loyvi at virka, so kann tað í ávísum førum umgerða upployst fibrinogen í blóðinum til óupploysiligt fibrin. Fibrin er eitt langskapað protein-mýl, ið kann polymeriserast til ein blóðtøpp ella eina sárskorpu. Ein polymerisatión er ein samanrenning av fleiri smáum mýlum til heilt stór mýl.
Heparin strukturur
Isolerað og óviðgjørt heparin er eitt polymert mýli við eini mýlvekt, sum kann verða frá 3 kDa til 30 kDa ella 30.000 Da. Eitt Da (dalton) er ein atommassa-eind, eisini kallað U. Eitt hydrogen-atom vigar umleið 1 Da. Mýlvektin á fleiri kommerciellum heparin-úrdráttum er tó millum 12 kDa og 15 kDa. Mýlvektin á hydrolyseraðum ella sundurkappaðum og aktivum heparini, sokallað LMWH (low-molecular-weight-heparin) er tó niðan fyri 8 kDa. Heparin er partur eini familju av carbohydratum, sum kallast glycosaminglycanir (GAG), og tað sum sermerkir hesi evni er, at tey eru samansett av ymiskt sulfatiseraðum disaccharidum. Glycosaminglycanir hava altso eitt varierandi tal av sulfat-bólkum á ymsum støðum (sí mynd 1). Við pH liggjandi millum 7,35 og 7,45 í blóðinum, so hava sulfat-bólkarnir (-SO4-2) og carboxylat-bólkarnir (-COO-) á heparini negativar løðingar, og av tí at hesir bólkar eru lutfalsliga nógvir í tali, so hevur heparin hægsta løðingartættleika av øllum lívfrøðiligum og lívrunnum mýlum (sí mynd 1). Umleið 85% og 75 % av heparini úr ávikavist neytalungum og svína-innvølum hevur sulfatiseraða disaccharidið, IdoA(2S)-GlcNS(6S) (sí mynd 1).
Mynd 1. Disaccharid-eind samansett av 2-O-sulfatiserað iduronsýru og 6-O-sulfatiserað-N-sulfatiserað glucosamin, sum í stuttum formi kann skrivast sum IdoA(2S)-GlcNS(6S). Heparin er samansett av nógvum disaccharid-eindum.