Pól Jóhannus Justinussen var í hópinum hjá Aab, sum í dag fekk vitjan av Christiani Lamhauge Holst og Silkeborg.
Føroyski landsliðsframherjin legði Silkeborg á odda longu aftaná átta minuttir. Frank Hansen sendi Christian Lamhauge Holst avstað, sum skoraði trygt.
Aab hevði sambært donskum miðlum meginpartin av spælinum. Tað kom tí ikki óvart á, tá Niklas Helenius javnaði fyri heimaliðið. Stutt fyri tíð avgjørdi sami Niklas Helenius dystin, tá hann skoraði tvær ferðir afturat.
Nikals Helenius skoraði sostatt hattrick. Hann skoraði eisini í U-21 landsdystinum móti Føroyum í oktobur mánaði í fjør, tá Danmark vann 4-0 á Ålborg Stadium.
Pól Jóhannus Justinussen sat á bonkinum hjá Aab allan dystin. Hann bíðar framvegis eftir at fáa sínar fyrstu minuttir í eini Aab troyggju.
Silkeborg og Aab liggja á ávíkavist fimta og sjeynda plássi í Superligaini við 35 og 34 stigum.