Suðuroyarsiglingin
? Tað er ikki bara Tórshavnar Kommuna, sum hevur ábyrgdina av at nýggi Smyril fær fast atløgupláss í Havnini.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Beint fyri páskir var hann á fundi við Havnameistaran hjá Tórshavnar Kommunu um atløguviðurskiftini hjá nyggja Smyrli í Havn.
? Hetta var ein kunnandi fundur, sum havnameistarin hevði biðið um, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at á fundinum legði havnameistarin síni sjónarmið fram, men at ongin avgerð varð tikin.
Jóannes Eidesgaard sigur, at Vinnumálaráðið er í støðugum sambandi við Tórshavnar Havn um atløguviðurskiftini hjá nýggja Smyrli.
Men í øllum førum kann staðfestast, at ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu um at gera ferjlulegu til nýggja Smyril inni á Bursatanga, uttan á Norrønu, hongur í einum klønum trái.
Í fyrstu atløgu liggur í kortunum, at landsstýrið fer at taka undir við einum tilmæli frá Fornminnanevndini um at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpið. Hendir tað, er ætlanin deyðadømd í føðingini, tí ein frotreyt fyri at gera atløgupláss til nýggja Smyril inni á Bursatanga, er júst, at tað verður loyvt at dýpa framvið Tinganesi.
Vànaligt undir øllum umstøðum
Men løgmaður er sannførdur um, at hóast loyvi verður givið til at dýpa framvið Tinganesi, er tað kortini ein vánalig loysn at gera atløgupláss til nýggja Smyril inni á Bursatanga.
?Eisini Landsverkfrøðingurin, sum er ovasti, teknisk ráðgevarin hjá landsinum, heldur, at hetta er ein vánalig loysn, tí har er ov trongt og tað fæst ov lítið fyri tað, sum útbyggingin kostar.
Eitt nú verður víst á, at Norrøna kann ikki koma at bryggju, tá ið Smyril liggur við bryggju frammanundan.
Men løgmaður sigur eisini, at tað er sjón fyri søgn, at Norrøna er ov stór til Tórshavnar Havn.
?Har er so lítið at geva av, at tann, sum leggur Norrønu at í Havn, skal sanniliga ikki ristast á hondunum.
? Og umframt plásstrot, krevur tað eisini, at skiparin hevur natúruna við sær, so hatta er langt frá ein góð loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Sostatt er tað bara ikki friðingarspurningurin, sum forðar fyri, at Smyril fær nýtt atløgupláss inni á Bursatanga.
Eisini ábyrgd hjá landinum
Løgmaður metir kortini ikki, at hetta er ein trupulleiki, sum Tórshavnar Havn eigur einsamøll.
? Landið hevur lagt nógva orku í at fáa nýggja Smyril. Vit hava sett stóran motor í hann so at hann kann sigla.
Hann leggur afturat, at landið hevur somuleiðis gjørt nýggja havn til Smyril fyri yvir 60 milliónir í Trongisvági.
? Hetta er sanniliga eisini ein trupulleiki hjá landsmyndugleikanum, serliga tá ið hugsað verður um, at vit gera havn í Trongisvági.
Hann sigur, at tað er ikki annað enn natúrligt, at landsmyndugleikarnir eisini hevur áhuga í at loysa atløgutrupulleikarnar í høvuðsstaðnum.
Og hann dylir heldur ikki fyri, at nýggi Smyril heilt avgjørt eigur at hava atløgupláss í sjálvum høvuðsstaðnum.
Sostatt vísir hann aftur alt tos um at lata nýggja Smyril siga á Gomlu Rætt, á Sund, til Kollafjarðar ella onnur støð, sum eru nevnd.
?Høvuðsstaðurin og Smyril eru óloysiliga knýtt saman. Smyril hevur siglt til Havnar í yvir 100 ár og tað er ein skylda hjá høvuðsstaðnum at taka ímóti allari strandfaraskipunum.
Løgmaður leggur kortini afturat, at hetta er ikki ein trupulleiki, sum eigur at hvíla á Tórshavnar Kommunu einsamallari.
? Eg fari at geva borgarstjóranum í Havn rætt í, at tað er ikki bara ábyrgdin hjá Tórshavnar Kommunu at syrgja fyri, at nýggi Smyril fær atløgupláss í Havnini. Tað er líka nógv ein trupulleiki hjá landsmyndugleikunum.
Tórshavnar Kommuna hevur lagt stóran dent á inntøkurnar, sum Tórshavnar Havn hevur av Skipafelagnum og Smyril Line.
? Á fundinum við Tórshavnar Havn beint fyri páskir vísti eg á, at bæði Kollafjørður og Sund eru í Tórshavnar Kommunu, so inntøkurnar minka hjá kommununi minka ikki eitt oyra, hóast skipaferðslan verður spjødd eitt sindur runt um í kommununi.
? Hinvegin mugu vit staðfesta, at higartil hevur Tórshavnar Kommuna staðið rættiliga einsamøll í spurninginum um atløgupláss til nýggja Smyril og tað haldi eg ikki er rætt.
Men, hvussu farast skal fram, hevur hann ikki nakað boð uppá í løtuni
Hann heldur, at ein møguleiki er, at Landskassin yvirtekur atløguplássið hjá Norrønu til nýggja Smyril og at nýggj Havn til Norrønu verður bygt onkra aðrastaðni.
? Hetta er sjálvsagt ein loysn, sum liggur nakað frammi í tíðini.
Hvat skal gerast beinanvegin fyri at hava pláss klárt til Smyril, veit hann ikki. Ein møguleiki kundi verið at gjørt ein ferjuskráa í krókinum undir Skipafelganum, men um tað ber til, veit hann ikki.
Hinvegin veit hann, at trupulleikin verður ikki lætttari at loysa við tað, at nýggj krøv verða sett í gildi nú, har meginparturin av havnalagnum í Havn verður gyrt inni.