Landið skal IKKI keypa Eik

Tríggir fjórðingar av Føroya fólki halda ikki - ella eru ivasom um - hvørt landið skal seta pengar í Eik Banka. Tað vísir kanning, sum Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur gjørt fyri Portalin.

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur spurt, um landið eigur at seta pengin í føroyst samtak at keypa Eik Banka.

Úrslitið er:

Taka undir við: 25,5 prosent

Taka ikki undir við: 36,8 prosent

Ivasom: 37,7

Hetta vísir, at meðan tríggir fjórðingar av Føroya fólki sambært kanningini ikki taka undir við, at landið skal seta pening í samtak at keypa Eik Banka, so er tað bert ein fjórðingur, sum tekur undir við hesum.

Umboð fyri Finansiel Stabilitet eru í dag komin til Føroya at fundast við Fíggjarmálaráðið. Higartil er tað - alment í øllum førum - bert TF Holding, sum hevur bjóðað upp á bankan. TF Holding er sinnað at keypa fyri 400 milliónir krónur. Hetta heldur Finansiel Stabilitet ikki vera nóg mikið.

Spurningurin er so, um Finansiel Stabilitet fær sannført Jóannes Eidesgaard og landsstýrið um tað rætta í, at landið setir pengar í bankan - sum sambært kanningini er ímóti fólkaviljanum.

329 fólk hava svarað í kanningini.