Landið uttan CO2-politikk

- Í 2009 samtykti løgtingið einmælt, at útlátið skuldi minka við 20 prosentum frá 2010 til 2020. Í staðin fyri at minka, vaks útlátið við 30 prosentum.

 

- Í Føroyum er útlátið fyri hvønn íbúgva tríggjar ferðir so stórt sum í Danmark, men her eru enn ongar ítøkiligar ætlanir um at minka CO2 útlátið.

 

- Verða stór tiltøk ikki sett í verk, fara vit kanska at hava 7-8 ferðir so stórt útlát fyri hvønn íbúgva sum Danmark í 2030.

 

Hesir eru tríggir av setningunum úr grein hjá Boga Hansen, havfrøðingi í sambandi við Vísindavøkuna. Vit ætlaðu at minka CO2-útlátið, men í staðin vaks tað meiri enn vit høvdu ætlað at minka tað.

 

Hetta samstundis sum vit eru eitt av mest dálkandi londum í Europa.

 

Vit eru snøgt sagt eftirbátar á CO2-økinum, so tað stendur eftir.

 

Fyrr ella seinni gerast Føroyar ein altjóða CO2-skandala, ið fær springaradrápið í farnu viku at síggja út sum eina bagatell.

 

 

 

Vakna ikki við kaldan dreym

 

Man skuldi trúð, at vit politikarar vakna upp við kaldan dreym av at lesa slíka dundurtalu frá okkara fremsta serfrøðingi innan økið.

 

Men tvørturímóti. Sum Bogi sjálvur skrivar í yvirskriftini, rínir hóttanin ikki við okkum.

 

Partvíst skjýtur Bogi tó seg sjálvan í fótin.

 

Eftir sera áhugaverdar grundgevingar sigur hann, at vit “mugu gevast at tilbiðja vøkstur”.

 

Skilji á ein hátt, hvat hann meinar við, men hetta er ikki rætti hugburðurin. Uttan vøkstur steðgar samfelagið upp, og tað kunnu vit ikki liva við.

 

Slíkur retorikkur fær okkum borgarligu politikarar upp á bakbeinini.

 

Rætti retorikkurin er, at vit mugu hava meira grønan vøkstur.

 

 

 

Meira grønan vøkstur

 

Okkum tørvar framhaldandi vøkstur, men eiga at leggja á annan bógv.

 

Vit eiga miðvíst at stremba móti vinnum, ið brúka minni orku, serliga fossila orku.

 

Hetta er ikki lætt, tí nógv av okkara verandi vinnulívi er sera orkutungt. Tað krevur orku at fáa tilfeingið til vega, tað krevur orku at framleiða vørurnar – og mínsann um vit ikki eisini skulu brúka nógva orku til at útflyta okkara vørur, bæði sjóvegis og loftvegis.

 

Trupulleikin er, at vit als ikki kunnu bíða meira.

 

Tá vinnulívið ikki sjálvt megnar at minka sítt CO2-útlát, so mugu vit taka støðu til hetta í politisku skipanini, eisini hóast tað er ópopulert.

 

Men hvør veit? Kanska er júst hetta eitt mál, ið samgonga og andstøða kundu verið rímiliga samd um?

 

Ein møguleiki kundi verið at minka m.a. lønarskattin og partafelagsskattin og í staðin tikið samsvarandi upphædd inn sum oljuavgjald.

 

Undir øllum umstøðum má tryggjast, at talan bert er um eina umlegging av skatti, ikki eina eyka byrðu á borgarar og vinnulív sum heild.

 

Jaspur Langgaard,

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin