Landsdystir: Pláss fyri 5.200 áskoðarum

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli 17. og 20. juni, skrivar Fótbóltssambandið

Manslandsliðið hevur fýra heimadystir á skránni í 2023 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli 17. og 20. juni, skrivar Fótbóltssambandið. Fríggjadagin 17. juni klokkan 19:45 spælir føroyska manslandsliðið fyrsta heimadystin í verandi EM-undankapping, tá Kekkia kemur hendan vegin á vitjan.

 

Og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, eisini klokkan 19:45 er mótstøðuliðið Albania. Atgongumerki til dystirnar eru nú byrjað, og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og í fyrstu atløgu verða 2.000 atgongumerki til hvønn dyst sett til sølu.

 

Kostnaður:

 

Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.

 

Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.

 

Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.

 

Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, samstundis sum nýggju ljósini eru um at verða klár, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.

 

Skráin 2023:

 

17. juni kl. 19:45 Føroyar – Kekkia

 

20. juni kl. 19:45 Føroyar – Albania

 

10. sept. kl. 17:00 Føroyar – Moldova

 

12. okt. kl. 19:45 Føroyar – Pólland

 

Manslandsliðið hevur fýra heimadystir á skránni í 2023 - Mynd: Hans Erik Danielsen