Landsdystur uttan tiltøk – men við áskoðarum

Áskoðarar kunnu koma landsdystin hjá kvinnum, men tað verða ongi tiltøk

Vegna íkomnu koronastøðan í samfelagnum og nýggjastu tilmælini hesum viðvíkjandi, verða ongi sosial innandura tiltøk í samband við landsdystin móti Ungarn í morgin. Áskoðarar hava tó framvegis møguleika fyri at koma til dystin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.00 verður seinasti landsdysturin á Tórsvølli í ár bríkslaður í gongd. Tað er A-landsliðið við kvinnum sum tá tekur ímóti Ungarn, og hóast fleiri ymisk tiltøk vóru sett á skrá í samband við dystin, so eru hesi nú avlýst vegna íkomnu koronastøðuna í føroyska samfelagnum.

 

- Umframt at skipa fyri VIP tiltaki fyri innbodnum gestum, skuldi nýggja menningarætlanin fyri kvinnur í fótbólti eisini leggjast alment fram áðrenn dystin í morgin. Harumframt var eitt fjepparatiltak við Skansanum eisini sett á skrá fyri yngru fjeppararnar, sum í dystinum móti Spania í september settu sín stóra dám á Tórsvøll. Øll hesi tiltøk eru nú avlýst fyri at virða koronastøðuna og nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

 

- Vit høvdu glett okkum til at gera nógv burturúr hesum seinasta heimadystinum í ár, og kvinnurnar hjá okkum vóru sjálvandi eisini spentar at kenna tann stuðulin, sum tær fingu ímóti Spania fyrr í heyst, aftur til hendan dystin. Men undir verandi umstøðum meta vit tað ikki vera ráðiligt at savna fólk úr øllum landinum til innandura tiltøk í samband við dystin, og tí binda vit um heilan fingur og avlýsa sosialu tiltøkini, sjálvt um tað hóvar okkum illa, sigur Virgar Hvidbro.

 

Hóast tiltøkini í samband við dystin eru avlýst, so kunnu áskoðarar allíkavæl koma til dystin undir teimum treytunum, sum eisini vóru galdandi fyrr í koronatíðini. Hetta inniber, at leys pláss verða sett av millum hvørja bílegging fyri at tryggja frástøðu millum áskoðararnar.