Hetta hevur landsins hægstu raðfesting

Umleið helmingurin av orkukervinum í Ukraina er oyðilagt orsakað av russisku álopunum.

Í sínari dagligu video-talu í kvøld sigur ukrainski forsetin, at tað hevur hægstu raðfesting at fáa el-netið í landnum at koyra aftur.

 

Mongu russisku álopini á undirstøðukervið í Ukraina hava gjørt, at miljónir av ukrainum hava verið uttan el, hita og vatn. 

 

Volodymyr Zelenskyj segði, at arbeitt verður við at stabilisera støðuna um alt landið.

 

- Størstu trupulleikarnir við el-netinum eru í Kyiv-økinum, Odessa-økinum og í Kharkiv-økinum, segði hann.

 

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina.

 

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at umleið helmingurin av orkukervinum í Ukraina er oyðilagt orsakað av russisku álopunum.