Landsliðið fekk javnt í Spania

Fótbóltur: Føroyska landsliðið spældi týskvøldið javnt 0-0 ímóti Real Murcia á venjingarleguni í La Manga

Føroyska landsliðið spældi í gjárkvøldið venjingardyst í sambandi við venjingarleguna í La Manga í Spania. Dysturin var ímóti Real Murcia úr næstbestu sponsku deildini, og endaði dysturin við málleysum javnleiki.
Vit frætta av heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, at tað sást, at landsliðið framvegis ikki er serliga væl samanspælt, men hinvegin at tað var naskari í málroyndunum enn Real Murcia. Heimasíðan framhevjar serliga Jákup á Borg og Klæmint A. Olsen sum tveir av dagsins monnum.
Hósdagin kl.11 føroyska tíð spælir føroyska landsliðið ímóti La Union úr triðbestu sponsku deildini.

Føroyska liðið ímóti Real Murcia: Jákup Mikkelsen - Jónas T. Næs (Jóhan T. Davidsen), Odmar Færø (Jústinus R. Hansen), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen (Hanus Jacobsen) - Hjalgrím Elttør (Sølvi Vatnhamar), Atli Danielsen, Jákup á Borg (Hallur Hansson), Pætur Dam Jacobsen, Bogi Løkin - Klæmint A. Olsen (Kristoffur Jakobsen)
Kristian Joensen, Rene Tórgarð, Erling Jacobsen og Daniel Udsen komu ikki á vøllin.