Fótbóltur
Fyrstu árini í fremstu røð í føroyskum fótbólti gjørdi Skála sær til sergrein at bjarga tilveruni í evstu løtu.
Og skal liðið eisini spæla Formula-fótbólt næsta ár, verður skjótt neyðugt at gera ein »Skála”.
Hesa ferð verður tað á útivølli móti B36, at John Petersen og hansara menn skulu royna seg, og eftir 1-1 javnleikin móti NSÍ eru vónirnar helst ikki heilt ongar.
Tað er tó ivasamt, um Skála hevur Boga Gregersen við í hópinum sunnudagin. Hann noyddist av vøllinum við skaða seinast, og enn tykist hann ikki vera komin fyri. Pauli G. Hansen noyddist eisini av vøllinum í tí dystinum, men hann verður væntandi tøkur aftur sunnudagin.
Hjá B36 er skaðalistin drúgvur í løtuni. Ingi Højsted hevur verið skaðaplágaður alt árið. Hann hevur spælt nakað síðani í summar, men nú er knæið aftur farið at arga, skilst.
Súni Olsen brákaði eitt bein í fótinum longu í sínum næsta dysti fyri B36, og hann er enn ikki tøkur, og tað er nýggi álopsspælarin, Sam Malson, heldur ikki. Hann hevur bruna í skinnabeininum. Hinvegin verður vónað, at Hanus Thorleifsson er førur fyri at spæla. Eisini hann hevur drigist við skaða, men tað verður vónaða, at hann kortini er til reiðar at tørna út sunnudagin.