Landsliðsspælari fekk hitaslag

Ein av spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti fekk hitaslag undir altjóða dysti í Luksemborg

Fótbóltur

 

Tað var dramatikkur í luftini, tá ein av spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti gjørdist illa fyri undir dysti í altjóða kapping í Luksemborg leygardagin. Føroyar spældu ímóti Kasakstan, og hitin var omanfyri 20 hitastig.

Á heimasíðuni hjá FSF greiðir føroyski landsliðsvenjarin soleiðis frá tilburðinum:

- Tað var beint fyri hálvleik, at vit løgdu til merkis, at alt ruggaði ikki rætt hjá Rakul Magnussen, sum spældi í føroysku verjuni. Vit róptu hana út á síðulinjuna, og tá kundu vit staðfesta, at hon var ógvuliga heit, og at kroppurin ikki reageraði, sum hann skuldi.

- Vit vóru skjótt greið yvir, at talan var um hitaslag. Fysioterapeuturin hjá okkum, Maria Vang Justinussen, fór beinanvegin undir at køla leikaran niður, og annar málverjin hjá okkum, Anna Kristina Joensen, var ein stór hjálp. Hon er júst liðugt útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur, og visti akkurát hvussu og hvat hon skuldi gera. Hon var ógvuliga cool í løtuni, sum var eitt sindur dramatisk. Tað vóru eisini fyrstuhjálparar á stadion, ið góvu okkum ógvuliga professionella hjálp, sigur Álvur Hansen.

Landsliðsvenjarin greiðir frá, at tað var bara ta einu løtuna, at eitt sindur av panikki var á føroyska beinkinum. Rakul kom skjótt fyri seg aftur, og tað var skjótt staðfest, at ikki var neyðugt at fara á sjúkrahús við henni.

- Hendingin hevur lært okkum, at vit skulu vera ansin við at drekka nóg mikið av vatni, og ikki vera meira enn neyðugt í sólini, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari.