Landsliðsspælarar skoraðu málini

Toftamenn vóru fyri tað mesta væl skipaðir í verjuni, tá ið KÍ við 2-0 sigri styrkti um sína støðu í toppinum

Bara ein dystur í bestu deildini var í dag. Í góðveðrinum vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú hevur 46 stig fyri 15 sigrar og ein javnleik. Hetta var sætti sigurin hjá KÍ á rað, og hetta var 13. ferðin í ár, at klaksvíkingar fóru av vøllinum, uttan at mótstøðuliðnum er eydnast at fáa bóltin í KÍ málið.

 

Tað var ongantíð serlig ferð yvir spælinum í dag. KÍ setti hol á beinanvegin, tá ið Jóannes Bjartalíð umsetti brotsspark, sum hann sjálvur hevði vunnið, til 1-0.

 

At leiðslan var so tepur bar við sær, at spenningurin lúrdi alla tíðina, hóast heimaliðið var nógv mest á bóltinum. Toftamenn høvdu fyri tað mesta verjugarðin heilt aftarlaga á egnari hálvu, og tað bar við sær, at tað var torført hjá heimaliðnum at vinna seg til málmøguleikar.

 

Toftamenn høvdu neyvan kalkulerað við, at hetta fór at vera dagurin, tá ið teir fóru at vinna stig, men onkra løtu royndu teir at bjóða av frammarlaga, uttan at teir vunnu seg í góðar støður. KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen staðfesti KÍ sigurin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var Jóannes K. Danielsen, sum í dag var vongverji í høgru, ið legði flatt innfyri úr høgru, eftir at Árni Frederiksberg hevði spælt hann leysan, og Jákup beindi við handara stólpa bóltin í málið.

 

-Vit høvdu fokus á verjupartinum, og vit vóru væl skipaðir. Inntil teir øktu um munin til 2-0, høvdu vit vón um, at tað fór at eydnast at vinna stig, men tá ásannaðu vit, at tað ikki fór at  eydnast í dag, men vit hava gott mót, sigur B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen.

 

Hjá KÍ snúði tað seg um at vinna fulla úrtøku og at allir spælararnir eru tøkir, nú næsta avbjóðing verður hóskvøldið í Kosovo.

 

-Vit vóru tolnir, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál enn tey bæði, sum vit fingu. Eg havi ikki spælt dystir í fleiri mánaðir, og tað var hugaligt aftur at spæla frammanfyri trúgvu KÍ áskoðarunum. Nú hava vit dystir tvær ferðir um vikuna, og tað kenna vit at vera hugaligt, sigur Jóannes K. Danielsen hjá KÍ, og hann leggur aftrat:

 

-Inntil í dag hava vit als ikki havt fokus á uppgávuni í Kosovo hósdagin. Tað fara vit at gera nú, og vit eru spentir at fara undir avbjóðingina at vinna okkum víðari í europeisku kappingini, sigur Jóannes K. Danielsen.

 

-

 

KÍ – B68 2-0 (1-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð br

 

2-0: Jákup B. Andreasen

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreaen – Árni Frederiksberg, Anders Sølvsten Holvad, Jóannes Bjartalíð

 

B68: Rói Mørk Hentze – Tonni J. Thomsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Esmar P. Elementsen, Karstin Clementsen – Steffan A. Løkin

 

-

 

16151045446
Víkingur151212461337
HB15843281828
B3615717261422
EB/Streymur16637223121
07 Vestur16538203618
AB16529244417
NSÍ165011214015
B68163211133511
Skála1515917278

 

-

 

Týsdagin 2. august

 

HB – Víkingur kl. 18.00

 

Leygardagin 6. august

 

Víkingur – 07 Vestur

 

Sunnudagin 7. august

 

NSÍ – EB/Streymur

 

HB –  AB

 

-

 

Tað er ikki avgjørt, nær KÍ –  Skála, sum upprunaliga var settur at vera hóskvøldið 5. august, tá ið KÍ fer at spæla í Europa Conference League á útivølli í Kosovo, verður. Møguliga verður hann sunnudagin 7. august ella mánadagin 8. august.

 

Europa Conference League

 

Mikudagin 4. august kl. 18.00

 

Viborg FF ­– B36

 

Hósdagin 5. august kl. 19.00

 

Ballkani Kosovo – KÍ