Landsliðsspælari seldur fyri hálva millión krónur

Pepsi deildin: Íslendska meistaraliðið, Breiðablik, hevur keypt Patrik Johannesen frá Keflavík fyri ein hálv millión krónur

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Patrik Johannesen (í miðjuni)

Dr. Football Podcast, sum er ein íslendsku fótbóltsmiðil, skrivar í dag, at íslendska meistaraliðið, Breiðablik, hevur keypt Patrik Johannesen frá Keflavík fyri ein hálv millión krónur.

 

Patrik Johannesen er í løtuni við á landsliðsferðini í Kosovo. Fyri løtu síðan kom liðið út og Patrik Johannesen verður við frá byrjan. Hann hevur skorað eina ferð á landsliðnum. Tað var móti Liktenstein í Pinatar í Spania fyrr í ár.

 

Patrik Johannesen hevur staðið seg væl í íslendsku kappingini í ár. Hann hevur í 17 dystum skorað átta mál. Tað vakti ans, tá Patrik Johannesen í septembur var í Klaksvík og vandi við KÍ. Hann hevur fyrr spælt við KÍ.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Patrik Johannesen (í miðjuni)