Landsliðsvenjarin hjá kvinnum sigur seg úr starvinum

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum í hondbólti hevur sagt upp av heilsuávum

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvinum, boðar Hondbóltssambandið frá í dag.

 

Tað verður fyribils Sonni Larsen, sum tekur við starvinum og kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari. Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021 og leiddi liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.

 

Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark.