Landssjúkrahúsið sendir deyðasjúk fólk til hús

Løgtingsmaðurin Bill Justinussen, setir álvarsligar skuldsetingar fram ímóti Landssjúkrahúsinum og nú vil hann hava landsstýrismannin at svara skakandi spurningum um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum

Fyrispurningur
 

- Tað eru dømi um, at sjúklingar, sum kommunulækni sendir á Landssjúkrahúsið í bráðskundi við sjúkrabili, verða sendir heim aftur uttan viðgerð, tí læknar á Landssjúkrahúsinum siga teir vera frískar.
Hetta er ein av fleiri álvarsligum skuldsetingum, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður, setir fram ímóti læknunum á Landssjúkrahúsinum.
Og tá ið Løgtingið kemur saman aftur í næsta mánaði, vil hann hava landsstýrismannin í heilsumálum at svara nøkrum skakandi spurningum um tænastustøðið á okkara høvuðssjúkrahúsi.
Í hesum samabandi vil Bill Justinussen hava at vita, hvat Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin veit um umstøðurnar á sjúkrahúsinum.
Hann vil hava at vita um landsstýrismaðurin veit, at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu, tilvild og vantandi læknaligum dugnasemi?
Hann vil somuleiðis hava at vita um landsstýrismaðurin veit um, at nógvir sjúklingar ikki hava álit á, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí heldur vilja fáa viðgerð aðrastaðni - enntá fyri egna rokning?
Hann vil eisini hava at vita um Hans Pauli Strøm veit av, at deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum og send heimaftur, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna?
Og í sama viðfangi vil Bill Justinussen hava greiði á um Hans Pauli Strøm veit av, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan viðgerð av tí at samskifti ímillum læknar og aðrar starvsbólkar á Landssjúkrahúsinum er ov vánaligt?
Veit Hans Pauli Strøm ikki av hesum, vil løgtingsmaðurin hava at vita um hann ætlar at kanna hesar útsagnir.
Men veit hann hinvgin av hesum, spyr Bill Justinussen, hvat hann ætlar at gera við støðuna fyri at endurvinna álitið á Landssjúkrahúsið, sum er okkara týdningarmiklasta vælferðartilboð.
- Hvussu kann slíkt og annað mangt henda í einum sokallaðum framkomnum samfelag? Og hvussu skulu hesi illa sjúku fólkini koma til orðanna og greiða frá syndarligu støðuni, tá tey nóg illa megna at liva, spyr hann.
Bill Justinussen sigur, at hann hevur sett spurningarnar fram tí at hann veit dømi um alt, sum hann spyr um.
Men hann leggur afturat, at tað ber ikki til at seta ítøkilig prógv fram í einum fyrispurningi, sum hesum, ið hann ætlar at seta Hans Paula Strøm í Løgtinginum.
- Hvussu kann slíkt og annað mangt henda í einum sokallaðum framkomnum samfelag? Og hvussu skulu hesi illa sjúku fólkini koma til orðanna og greiða frá syndarligu støðuni, tá tey nóg illa megna at liva? Tey allarflestu missa mót og dirvi og sita tigandi og bíða í óvissuni eftir lagnuni, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at tað er alt ov ofta, at tað berast tíðindi ímillum manna um vanlukkuligar avleiðingar av, at Landssjúkrahúsið ikki megnar at veita ta tænastu, sum krevjast kann av stovninum. 
- Tað kemur ov ofta  fyri, at eg frætti frá fólki, sum hava skelkandi upplivilsi av viðferðini tey fáa á Landssjúkrahúsinum og tí er tað neyðugt at taka málið upp.
Og hann heldur, at fyri at koma hesum til lívs, er tað neyðugt, at Hans Pauli Strøm greiðir Løgtinginum frá tí, sum hann veit um hesi viðurskifti og hann má eisini greiða Løgtinginum frá,  hvørjar ítøkiligar ætlanir hann hevur á økinum.
- Tær søgur, sum ganga um Landssjúkrahúsið eru so skakandi, at politiski myndugleiki kann góðtaka at krevja so nógvan pening inn frá skattaborgarunum til eitt sjúkrahúsverk, har tænastan kanska ikki er so góð kortini, sum vit kunnu vænta.
Hann viðgongur, at spurningarnir eru hvassorðaðir, men hann heldur at tað er neyðugt fyri at varpa ljós á málið.