Kári Jespersen studentaskúlalærari
Sum so mangan hesi seinnu árini hevur Mentamálaráðið yvirmannað onkrar av studentaskúlaflokkunum. Sum skilst, er heimspekin í hesum, at tá avtornar, so møta summir næmingar hóast alt ikki upp. Hesaferð bar tó ikki til. Helst tí at tað er vorðið verri at finna sær arbeiði, møttu innskrivaðu næmingarnir upp fyrsta skúladag. 26 næmingar komu at vera í tveimum málsligum studentaflokkum í Hoydølum. Síðan skúlaársbyrjan er ein næmingur fallin frá úr hvørjum av hesum báðum flokkum. Survival of the fittest?
Nú er tað so, at Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara (YF) hevur skrivliga avtalu við Fíggjarmálastýrið, um at næmingatalið í flokkunum eigur ikki at fara upp um 24.
Landstýrið vil ikki halda avtaluna. Men tað fer YF í øllum førum at gera.
Men fyri ikki at raka skúlan og næmingarnar ov hart í fyrstu atløgu, hava vit givið myndugleikunum freist til 1. okt. at fáa viðurskiftini í rættlag. Tað er, at tá skulu verða ikki fleiri enn 24 næmingar í studentsflokkunum.
Námsfrøði og næmingatal
Nýmótans undirvísing miðar so vítt gjørligt eftir at røkka hvørjum einstøkum næmingi í flokkunum. Næmingar eru ymiskir av lyndi og læra á ymiskar mátar. Skal tí hitt frægasta úrslitið fáast burturúr, má undirvísingin í mest møguligan mun snikkast til hvønn einasta næming. At petagogikkur hevur týdning, tá ið tú skalt røkka mongum ymiskum menniskjum, hava fólk vitað í øldir. Sokrates og teir stóru griksku hugsjónarmenninir í fornøldini vistu tað og t.d. byrjar Fyrsta Jóhannesar bræv, ið er úr hellenistiskari tíð seinast í 1. øld, soleiðis:
"Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, ..." her verða nevndir námsfrøðihættirnir hin auditivi, visuelli og motoriski.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, arbeiddi við útbúgvingarætlan, har ongantíð skuldu verða fleiri enn 18 næmingar í einum flokki. Næmingatalið 18 varð hildið at vera hitt rætta sæð úr námsfrøðiligum horni. Clinton-ætlanin bygdi á undirvísingarroyndir, sum vóru gjørdar fyrst í 1990árunum. Úrslitini váttaðu, at næmingar í smærri flokkum lærdu betri enn teir í størri flokkum. Hetta galt serliga næmingar úr sosialt veikum heimum. Bill Clinton eydnaðist tíverri ikki fremja ætlan sína, meirilutin í kongressini vildi ikki játta neyðuga peningin.
Tá ið næmingatalið 18 sambært petagokiskum royndum varð hildið at vera rætta talið, hvussu so við 24 næmingum, sum eru hægsta mark sambært avtaluna millum YF og Fíggjarmálaráðið?
Lærari, sum hevur roynt at undirvísa fullsettum flokki, veit, at tá verða fleiri at glíða burtur úr eygnakrókunum og síggjast ikki. Tá ein ikki sær allar næmingar fyri sær í senn, hevur ein ikki rættu nærveru til næmingarnar. Hetta er sjálvandi galdandi báðar vegir, soleiðis at næmingur, ið kennir seg at glíða út úr eygnakrókunum hjá lærara, lættliga fær kenslu av ikki "rættiliga" at vera við í tímanum. Slíkur næmingur fær ikki fulla úrtøku burtur úr undirvísingini. Rætta talið er sostatt neyvan heldur teir 24, men einir 18 næmingar í hvørjum flokki.
Tað er tí sjálvsagt, at YF fer ikki at góðtaka, at tað eru fleiri enn 24 næmingar í hvørjum flokki. At undirvísa stórum hópflokkum ger, at serligu tey veikaru falla frá. Tað veri fakligt sum sosialt.
Visjón 2015 hjá landsstýrinum leggur upp til at øll ung í Føroyum fáa møguleika at taka eitthvørt miðnámsprógv.
Man tað fara at halda við hesari mannagongd?